Eftir uppskoti úr USA er Marius Magnusson valdur til næstformann í altjóða felagsskapinum hjá trygdarmiðstøðum.
Felagsskapurin, sum eitur The International Association for Safety an Survival Training, varð stovnaður í 1980, og Marius Magnusson hevur umboðað Føroyar í felagsskapinum seinastu fimm árini.
-Eg valdi at taka av tilboðnum um at stilla upp, tí eg meti, at vit hava nakað at geva felagsskapinum út frá teimum royndum, sum vit hava gjørt, sigur nývaldi næstformaðurin í IASST.