Eftir eina drúgva ferð úr lettiska høvuðsstaðnum Riga, ið var umvegis fyrst Keypmannahavn og síðani Barcelona, kom U21-landsliðið seint í gjárkvøldið til Andorra. Í dag verður so onkur løtt venjing og annars fyrireiking til EM-undankappingardystin ímóti Andorra, sum verður í morgin klokkan 14, føroyska tíð.
Vanliga eru Føroyar á pappírinum liðið, ið skal inn at berjast við tey stóru og royna at prógva sín tilverurætt, men í morgin er leikluturin ein annar. Takkað veri 1-0 útisigrinum á Lettlandi mikudagin og teimum sjey stigunum, føroyska U21-landsliðið hevur vunnið í hesi EM-undankappingini, eru Føroyar at rokna sum favorittur undan dystinum ímóti Andorra.
– Teirra U21-landslið er nýtt og hevur ikki tær stóru royndirnar, og í hesi kappingini hava teir hvørki fingið mál ella stig, sigur Bill McLeod Jacobsen, ið saman við Heðini Askham hevur ábyrgdina av U21-landsliðnum.
– Vit hava ein lítlan trumf í Boga Løkin, ið vónandi verður klárur til Andorra-dystin, eftir at hann sat uttanfyri ímóti Lettlandi, tí hann hevur verið skaddur í knænum. Men eisini hava vit aðrar frískar menn at seta inn, um vit halda okkum hava brúk fyri tí.
Eingin undirmeting
Heldur ikki Jóhan Troest Davidsen, sum eftir 14 landsdystir á A-landsliðnum aftur er á U21-landsliðnum, vil upp á nakran máta undirmeta Andorra, sum er greitt botnlið í okkara bólki.
– Eg kenni lítið og einki til Andorra, annað enn tað, at teir ikki hava staðið seg so væl. Men hetta átti at verið ein dystur, vit hava møguleika at vinna. Nú hava vit akkurát vunnið, so sjálvandi hava vit gott sjálvsálit, men tað er sera umráðandi fyri okkum, at vit fara inn á vøllin við sama hugburði sum ímóti Lettlandi, sigur hann.
Fremsta uppgávan hjá venjarunum verður at fáa spælararnar at taka uppgávuna í fullum álvara, so teir ikki fara inn á vøllin, sum var dysturin vunnin frammanundan. Hetta er ein fella, A-landsliðið onkuntíð datt í tey fyrstu árini, so nú er at vóna, at ungu U21-menninir, ið hava avrikað so nógv í hesi EM-undankappingini, eru greiðir yvir, at Føroyar saktans kunnu fáa somu lagnu sum Lettland og Russland, ið Føroyar hava vunnið á í hesi kappingini!
Dysturin verður spældur í Andorra la Valle, og sigast kann annars, at hetta er eitt smátjóðamøti upp á fleiri mátar, tí dómari, hjálpardómarar og fjórði dómari koma allir úr San Marino. UEFA-umboðið kemur úr Hvítarusslandi og UEFA-dómaraeygleiðarin úr Albania.