Føroyar farnar 37 pláss aftur

Nýggjasti styrkilistin hjá FIFA er í dag komin út

Góða gongdin hjá føroyska landsliðnum á FIFA styrkislistanum seinastu tíðina er fyribils steðgað. Tað gjørdist greitt í dag, tá nýggjasti FIFA styrkislistin kom út.

 

Á nýggja styrkilistanum er Føroyar farnar 37 pláss aftur í mun til seinasta ár, tá Føroyar lá nummar 97 á styrkislistanum.

 

Føroyar er nú nummar 136 á FIFA styrkislistanum. Eitt pláss aftanfyri Filipinurnar og eitt pláss frammanfyri Angola.

 

Tað er serliga ósigurin móti Kosovo, sum er orsøkin til at føroyska landsliðið er farið so nógv pláss tann skeiva vegin á listanum hesaferð.