Føroyar eru við í Norðurlendskari kommunuverkætlan

Týsmorgunin fóru tvey umboð frá Granskingardeplinum fyri Økismenning niður á Roskilde Universitets Center at leggja fram fyrsta útkast av eini kommunuverkætlan, sum øll Norðurlondini luttaka í

Tær báðar Martha Mýri og Olga Biskopstø hava í eina tíð nú arbeitt við eini verkætlan, sum ber heitið Stovnar og nýskapandi tiltøk. Henda verkætlanin hevur til endamáls at kanna, hvørji nýskapandi tiltøk, tað veri seg vinnulig, almenn, mentanarlig og sosial, eru framd seinastu 5-10 árini. Hví tey vóru framd, og hvønn leiklut kommunan hevur havt í hesum.
Hetta arbeiðið verður gjørt í øllum Norðanlondunum, og tað verður stýrt úr Noreg. Tað er komið so mikið væl áleiðis nú, at stundin er komin til, at øll hittast til eina framløgu, har síggjast kann, hvørja kós tey, sum arbeiða við hesum, eru á.
Martha Mýri sigur, at verkætlanin í Føroyum fevnir um tríggjar kommunur, Fuglafjørð, Gøtu og Leirvík.
Verkætlanin byggir á samrøður við bý og bygdarráðini og við umboð fyri vinnu, almennu tænasturnar og áhugabólkar.
Arbeiðið er sum sagt ikki liðugt enn, men tað, sum tær báðar fara at leggja fram í Roskilde, er ein fyribils niðurstøða út frá tí, sum tær higartil hava kannað.
Tær hava staðfest, at tá tað kemur til nýskapan í einari kommunu, so er tað ofta ikki kommunan, sum virkar sum undangongumaður. Men heldur er tað vinnulívið ella fólk, sum skulu prógva seg sjálvi, og síðani stuðlar kommunan teimum.
? Tað er líka sum okkara fyrsta inntrykk, og tað verður tað, sum vit fara at tosa um, sigur Martha Mýri. Hon leggur at enda afturat, at tá tosað verður um nýskapan, so er tað ikki ein spurningur um nakað heilt nýtt, sum ongin visti um frammanundan.
? Vit taka støði í tí einstøku kommununi og síggja so, hvørji nýskapandi tiltøk eru sett í verk í júst hesi kommununi seinastu 5 ? 10 árini, sigur Martha Mýri.