Føroyar eru við at avtoftast

Føroyar eru í dag á vandakós orsakað av vánaligum politikki og manglandi politiskari stýring. Fylgjurnar eru fráflyting og avtofting av samfelagnum. Øll tekin eru um, at gongdin heldur áfram komandi árini, við álvarsligum fylgjum fyri borgaran.

Her er talan um framtíðina hjá okkara samfelag, sum vit mugu taka støðu til innan heilt stutta tíð. Eg eri fult út greiður yvir, at hetta er tungur lesnaður fyri okkum øll, men hetta er tíverri ein veruleiki, vit mugu fyrihalda okkum til. Hetta er nakað sum rakar hvønn einstakan av okkum, óansæð um vit eru ung ella gomul. Tí vil eg heita á ein og hvønn av tykkum um at lesa hetta ígjøgnum, hugsa um boðskapin og fara til verka fyri at venda gongdini.

Sjálvskapt avtoftingarleið
Orsakað av vánaligum politikki og ongari politiskari stýring, er samfelagið í dag á slíkari vandakós, sum tað ongantíð hevur verið áður – í øllum førum ikki síðan miðskeiðis í 1600-talinum.
Høgur oljuprísur og fíggjarkreppa í heiminum eru við til at økja um trupulleikarnar, men veruligu trupulleikarnir í Føroyum í dag eru sjálvskaptir og hava lítið og einki við kringumstøðurnar at gera.
Politiskt noktar man at síggja veruleikan í eyguni og tosar í staðin um allar møguligar smáar trupulleikar, sum einki hava við veruligu stóru myndina at gera.
Heldur gongdin fram, eru vit komin so langt inn í ein negativan spiral, at neyvan verður gjørligt at lyfta okkum úr kósini aftur.

Ræðandi fylgjur fyri fólkatalið
Fyri at vísa hvørjar fylgjur hetta fær fyri samfelagið er valt at vísa fylgjurnar fyri fólkatalið í landinum.
Tí er her gjørd ein framskriving fyri komandi 25 árini, samstundis sum gongdin fyri undanfarnu 25 árini eisini er avmyndað.
Framskrivingin er einans bygd á at kósin undanfarnu árini heldur fram, og at manglandi politiska kósin eisini heldur fram. Hædd er ikki tikin fyri, at vit møguliga fáa eitt nýtt fíggjarligt skræll í Evropu, sum kann fáa kraftigar fylgjur fyri føroyska samfelagið, og at vit harvið kunnu fáa nógv størri minking í fólkatalinum enn tað, sum her er skitserað. Hædd er heldur ikki tikin fyri, at vit møguliga finna olju, og at vit harvið fáa ein vøkstur í fólkatalinum.

Samlaða fólkatalið fer at minka komandi árini
Øll tekin eru um, at fólkatalið í Føroyum fer ikki at vaksa komandi árini, men heldur tvørturímóti fer samlaða fólkatalið at minka í stórum. Vit eru nokk á toppinum í dag, ella í øllum førum heilt nær við toppin. Komandi árini fara vit at merkja fallið og fylgjurnar av fallinum.
Um framskrivingin er nøkulunda røtt, fer fólkatalið at minka við umleið 3.000 fólkum komandi 25 árini. Talið fer at minka úr núverandi gott 48.000 til gott 45.000.

Arbeiðsmegin minkar
Sjálvt um gongdin í samlaða fólkatalinum er rættiliga hættislig, so er gongdin í arbeiðsmegini enn verri.
Arbeiðsmegin er her definerað sum fólk millum 25 og 64 ár. Orsøkin til hesa definitiónina er, at fyri at taka hædd fyri at tey lesandi ikki luttaka fult út á arbeiðsmarknaðinum er niðara markið sett til 25 ár, og fyri at taka hædd fyri at nøkur fólk eru fyritíðarpensiónistar o.a. er ovara markið sett til 64. Harvið fæst ein rættari mynd enn um markið t.d. varð sett til 20-66 ár.
Tøka arbeiðsmegin hevur staðið í stað síðan 2005, tó hevur eitt ávíst fall verið í 2010 og 2011. Hetta fallið fer at halda fram komandi árini, soleiðis at arbeiðsmegin fer at minka við umleið 4.000 fólkum komandi 25 árini, um einki munagott verður gjørt frá politiskari síðu.
Ein fallandi arbeiðsmegi hevur nógvar óhepnar fylgjur við sær. Arbeiðsmegin er jú grundarlagið undir øllum vinnuligum virksemi í landinum. Fallandi arbeiðsmegi fer at hava við sær fallandi virksemi og fallandi inntøkur hjá tí almenna, sum frammanundan hevur trupulleikar við at fáa javnvág á fíggjarlógina.

Harumframt hevur ein fallandi arbeiðsmegi eisini fylgjur fyri javnvágina millum tey sum arbeiða og tey sum ikki arbeiða – her verður serliga hugsað um at vit í komandi árum gerast fleiri eldri, og við fallandi arbeiðsmegi kann gerast sera trupult at tryggja øllum í samfelagnum nøkulunda sømilig kor.

Alsamt fleiri eldri
Meðan samlaða fólkatalið og arbeiðsmegin sær út til at fara at minka í komandi árum, fer talið av eldri at vaksa munandi komandi 25 árini.
Seinastu 25 árini er talið av eldri økt við uml. 2.500. Í sama tíðarskeiði øktist arbeiðsmegin við 3.000. Hetta merkir, at talið av eldri og arbeiðsmegin øktust við nøkulunda sama tali.
Komandi 25 árini fer talið av eldri at økjast við uml. 5.000. Í sama tíðarskeiði fer arbeiðsmegin at minka við uml. 4.000. Munurin er her uml. 9.000.
Tað átti at verið eyðsæð, at hetta er ikki nøkur gongd leið fyri okkara samfelag, og her átti ein miðvís politisk kós at verið løgd, sum tók hond um trupulleikan.

Færri og færri børn og ung
Gongdin í talinum av børnum og ungum hevur seinastu 25 árini verið tann, at talið hevur verið minkandi. Henda gongdin sær út til at halda fram komandi árini, soleiðis at talið innan allar aldursbókarnar hevur eina minkandi kós.

Eitt samfelag á vandakós
Førdi politikkurin – ella rættari sagt, manglandi politikkurin – hevur longu nú ført samfelagið út á eggina og nú skal næstan einki til, fyrr enn samfelagið fer inn í sama negativa spiral sum Hetland hevur verið í og sum vit í Føroyum eisini kenna frá Suðuroynni og Sandoynni.
Her er talan um ein avtoftingarpolitikk, tí man einki ger við støðuna, men einans letur standa til. Gamaní tosa politikkarar nógv um støðuna í Suðuroy og í landinum sum heild, men eingin tosar um veruligu trupulleikarnar og eingin kemur við loysnum.

Væl kent úr øðrum londum
Nógv onnur lond hava upplivað somu gongd, sum Føroyar síggja út til at hava komandi árini. Fólkatalið í Hetlandi minkaði við eini helvt eftir 100 árum. Írland minkaði við eini helvt eftir 50 árum.
Dømini um eina avtofting orsakað av vánaligum politikki eru mong og ræðandi.
Tíverri eru ikki eins nógv dømir um at tað hevur eyðnast at venda gongdini – hóast nøkur dømir eru um hetta. Har, sum tað hevur eydnast, hevur talan verið um eina málrættaða politiska kós, har øll segl eru sett til fyri at venda gongdini.
Tíverri eru eingi tekin í Føroyum um eina tílíka politiska kós – ei heldur um nakra politiska kós yvirhøvur. Tí er ógvuliga sannlíkt, at samfelagið fer at fara inn á skitseraðu kósina og at øll, í seinasta lagið 2020, viðurkenna, at hetta er gongdin samfelagið er í.
Einasta bjargingin tá vil vera, at oljan verður funnin ella at blokkstuðulin úr Danmark verður hækkaður aftur.
Er tað tað vit vilja seta okkara álit á?

-----------

Fakta: Nøkur dømir um forsagnir sum eru gingnar út

1997 byrjaði eg, sum tann fyrsti í Føroyum, at ávara um at demografisku broytingarnar fóru at hava við sær, at vit fóru at gerast fleiri eldri og færri í yngru ættarliðunum. Í dag taka øll hetta fyri givið og síggja at hetta er ein veruleiki vit mugu fyrihalda okkum til.

1999 ávaraði eg um, at niðurskurðurin av ríkisveitingini fór at merkja ógvusligar broytingar fyri samfelagið, um einki annað bleiv sett í staðin. Í dag merkja vit at vøksturin í fólkatalinum er steðgaður upp og at vit væntandi fara inn í eina fólkaminking.

2005 ávaraði eg um, at um vit bara lótu standa til, vildi alt samfelagið Føroyar enda í somu støðu sum Suðuroyggin og Sandoyggin innan 15 ár. Ein støða við minkandi virksemi, fráflyting av teimum ungu og ringum útlitum fyri at kunna venda gongdini. Eg arbeiddi fyri at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroy, sum kundi virka sum ein roynd sum alt Føroyar kundi læra av. Í dag síggja øll, at Føroyar er á veg sama veg sum Suðuroy.

2005 byrjaði eg at ávara um hækkandi oljuprísin, greiddi frá hví hann vaks og hvørjar fylgjurnar fóru at vera. Harumframt vísti eg á møguligar loysnir fyri samfelagið. Í dag merkir hvørt húsarhald hvussu dýrt tað er at fylla tangan og vaktarskipini liggja svínabundin við bryggju, tí landið hevur ikki ráð til olju.

2007 ávaraði eg um bygnaðarliga hallið, sum var komið á landskassan. Eg greiddi frá hví tað var neyðugt at gera nakað við tað og hvussu hetta kundi gerast. Í dag vita øll, sum hava fylgt við samfelagskjakinum, at vit hava bygnaðarligt hall á almennu kassunum og at okkurt má gerast.

2008 var eg við til at seta hol á kjakið um fiskidagaskipanina. Eg greiddi frá, at tað ber ikki til at allur flotin undir fiskidagaskipanini gevur hall ár um ár. Seinastu 10 árini hevur flotin givið hall. Samstundis sum politikarnir og vinnan hálovaðu skipanini, blivu fiskastovnarnir niðurfiskaðir og flotin er um at fara av knóranum. Í dag eru øll greið yvir at okkurt má gerast – ongantíð ov skjótt.

Í dag er mín forsøgn: “Vit fara inn í tíðarskeið, har fólkatalið fer at minka og samfelagið verður niðurbrotið. Á mangan hátt kanst tú hyggja eftir gongdini í Suðuroy og harvið fáa eina fatan av hvat eg meini við at vit eru á veg inn í. Sum tjóð fara vit at gerast færri og færri og samstundis fer føroyingurin at gerast alsamt fátækari. Longu innan 2020 fara øll í Føroyum at merkja henda veruleika.”

-----------

Fakta: Gomlu framskrivingarnar halda
Ein háttur at vita um nakað høpi er í eini framskriving av fólkatalinum er, at samanbera gomlu framskrivingarnar við veruligu gongdina, fyri at vita hvussu tær hava hilnast.
Eg havi gjørt framskrivingar av fólkatalinum í 1996, 2005 og nú í 2011. Myndin vísur, hvussu framskrivingarnar hava samsvara við veruleikan.
1996-framskrivingin helt væl í átta ár, heilt fram til 2004. Tá gjørdist greitt, at fortreytirnar handan framskrivingini vóru broyttar munandi, og tí varð nýggj framskriving gjørd í 2005. Hendan hevur hildið fram til dagin í dag, har fortreytirnar nú eru broyttar so munandi, at neyðugt er við nýggjari framskriving.
Niðurstøðan er tískil greið: Framskrivingarnar hava hildið fyrstu mongu árini, líka til fortreytirnar handan framskrivingunum eru broyttar munandi.

Hvørja fer ein nýggj framskriving er gjørd, hevur tað víst seg, at tað hevur verið neyðugt at førka linjuna niður eftir – tvs. at nýggju framskrivingarnar altíð hava víst eitt minni fólkatal enn frammanundan. Í 2005 var orsøkin uttan iva blokkniðurskurðurin, sum førdi til at fólkatalið gjørdist minni enn annars. Í 2011 er tað serliga oljuprísurin, fíggjarkreppan og út av lagi vánaligi politikkurin.
Lærdómurin av hesum er heilt einfaldur: Vit skapa í stóran mun okkara egnu kreppur við tí politikki vit reka í landinum.