Eins og í øðrum HM-undandystinum ímóti Montenegro, so vístu tær føroysku A-landsliðskvinnurnar aftur í dag ein framúr stríðsvilja, ið var við til at kúgvenda einum hóttandi tapi til ein frálíkan sigur.
Í dag var mótstøðuliðið Turkaland, sum eins og Føroyar hevði fult stigatal undan dystinum í dag. Tískil var lagt upp til eina veruliga finalu á Tórsvølli, har Turkaland tó var mett at vera ein rímiligur favorittur ímóti Føroyum.
Tað var eisini Turkaland, ið kom á odda í fyrra hálveiki. Eitt frísparksinnlegg í 17. minutti slapp at ferðast heilt tætt undir málið, har Melike Pekel fekk prikað bóltin í málið til 1-0 til Turkalands.
Føroyar svaraðu tó aftur smáar 10 minuttir fyri hálvleik, tá ið Heidi Sevdal fann Rannvá Andreasen á vinstra vongi, haðani hon langaði bóltin inn við handaru stong til 1-1, ið eisini gjørdist støðan í hálvleikssteðginum.
Frá byrjan í seinna hálvleiki lá Turkaland framvið, men Føroyar vardu væl og góvu sær sjálvan møguleikan at fáa koppaðan sín veg. Og hetta eydnaðist – mest takkað verið innskiftingini av Milju R. Simonsen.
Hon hevði einans verið á vøllinum í fáar minuttir, tá ið hon revsaði eitt mistak í turkisku verjuni. Ískøld rak hon framvið málverjanum og legði bóltin í málið til 2-1 til Føroyar.
Fáar minuttir seinni var Milja R. Simonsen aftur framvið. Hon rak framvið turkisku verjuni og varð feld í brotsteiginum, men Rannvá Andreasen misnýtti gylta møguleikan úr 11 metrum.
Nú vóru tað drúgvir 20 minuttir hjá Føroyum at verja leiðsluna heim, men við góðum stríðsvilja eydnaðist hetta. Føroyar hava vunnið 2-1 og eru víðari til sjálva HM-undankappingina.
Les beinleiðis tekstafrásøgnina, sum in.fo hevði frá dystinum, niðanfyri:
Føroyar - Turkaland 2-1 (1-1)
0-1: Melike Pekel, 17.
1-1: Rannvá Andreasen, 36.
2-1: Milja R. Simonsen, 63.
Liðugt! Føroyar vunnu 2-1 og eru víðari til HM-undankappingina.
86min.: Góður møguleiki til Turkalands, men Anna S. Hansen bjargar væl. Nú brennur á!
82min.: Milja R. Simonsen hevur spælt framúr, síðani hon kom á vøllin. Tað hevur hon gjørt hvørjaferð, hon er komin inn. Hon er góð nokk at byrja inni, men er eisini eitt sera gott kort at spæla, tá ið hon skal inn at revsa troyttar verjur seint í dystinum.
80min.: Tað er tætt við, at eitt turkiskt frísparksinnlegg siglir allan vegin í málið, men bólturin fer ein hálvan metur framvið handaru stong.
77min.: Føroyar fremur sína aðru útskifting. Rannvá Andreasen hevur tómt tangan, og inn kemur B36-kríggjarin, Elisabet Vang.
67min.: Tað var annars Milja R. Simonsen, ið vann Føroyum hetta brotssparkið, tá ið hon breyt ígjøgnum og varð feld.
66min.: Brotsspark til Føroyar! Rannvá Andreasen tekur sær av tí - hon fer eftir tríkantinum, men rakar beint upp um málið. Óneyðuga nógv satsað, og nú er at vóna, at Føroyar klárar at halda sigurin í hús.
63min.: 2-1 til Føroyar! Milja R. Simonsen ger um seg alt fyri eitt. Hon fangar ein bólt, sum Turkaland lorkar burtur í verjuni. Hon er ískøld, rekur framvið málverjanum og leggur bóltin í netið til 2-1 til Føroyar.
60min.: Føroyar fremur sína fyrstu útskifting. Ásla Johannesen hevur runnið fyri seg, og inn kemur tann kvika Milja R. Simonsen.
58min.: Góður føroyskur møguleiki! Sera gott føroyskt uppspæl endar við, at Ásla Johannesen roynir seg av brotsteigarmarkinum, men Selda Akgoz í turkiska málinum stórbjargar til hornaspark.
56min.: Tað er farið at oysregna á Tórsvølli, her Turkaland vinnur sær nógvar deyðbóltsstøður og dúvar upp á at fáa enn eitt mál tann vegin.
55min.: Turkaland hevur verið meiri ágangandi fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men enn hava Føroyar staðið ímóti.
Hálvleikur: Støðan í hálvleikssteðginum er 1-1.
41min.: Føroyar ressast! Fantastisk long spæling frá Birnu Tummasardóttir av høgra bakki heilt fram á vinstra vong, har Rannvá Andreasen roynir seg enn einaferð, men hesaferð í síðunetið.
37min.: Turkaland hevur risa møguleika at javna bara ein minutt seinni, men skotið fer við síðuna av.
36min.: Javnleikur 1-1! Heidi Sevdal vinnur bóltin á miðjuni, og spælir til Rannvá Andreasen á vinstra vongi, haðani hon sendir eitt frálíkt flatt skot inn við handaru stong til 1-1. Nú er lív í á Tórsvølli!
32min.: Føroyar gera nógv óneyðug fríspørk, og í innleggunum eru tær føroysku ov passivar. Nú var um reppið, at Ebru Topcu tvífaldaði tyrkisku leiðsluna við einum stútara.
27min.: Tætt við! Rannvá Andreasen skrúvar hornasparkið innfyri, og tað fer á tvørtræið og út.
26min.: Føroyar eru komnar eitt sindur betur við í dystin, og nú tiltuskaði Olga Kristina Hansen sær fyrsta føroyska hornasparkið.
17min.: 1-0 til Turkaland. Eftir frísparksinnlegg er tað 10-arin, Melike Pekel, ið fær prikað bóltin upp undir nettakið til 1-0 til gestirnar.
10min.: Turkaland hevur havt eina skotroynd, men hendan fór langt við síðuna av. Ásla Johannesen hevur eisini roynt seg, og tað kundi líkst einum brotssparki fyri hond á bóltinum, men ungarski dómarin lat ikki við seg koma.
5min.: Føroyar spæla ímóti vindinum, og tað merkist. Turkaland hevur verið á bóltinum fyrstu løtuna og havt eina vitjan í føroyska brotsteiginum, men veittrað og floytað varð fyri rangstøðu.
Undan dystinum: Nógv fólk eru á Tórsvølli í dag. Fleiri enn til hinar báðar dystirnar hjá Føroyum. Líkt er til, at fleiri skúlaflokkar hava leitað sær á tjóðarleikvøllin.
Undan dystinum: Veðurlíkindini eru á einari leið. Tað er turt og sólin sær, men hinvegin er eitt frískt lot eftir langsíðuni á vøllinum.
Undan dystinum: Føroyska uppstillingin: Anna S. Hansen – Birna Tummasardóttir, Lív F. Arge, Birita B. Nielsen, Maria K. Thomsen – Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Ásla Johannesen – Heidi Sevdal, Rannvá Andreassen










