Føroyingar hava lagt seg á odda 1-0 ímóti Eysturríki. Málið varð skorað í 47. minutti. Málskjútti var Bogi Løkin, sum varð spældur leysur í brotsteiginum í høgru av sera væl upplagda Christian Høgna Jacobsen. Bogi gjørdist leysur við málverjanum, og innskifti maðurin legði hegnisliga bóltin framvið málverjanum.