Føroyar eru nummar 20 á einum syrgiligum lista

Tað doyggja nógv fleiri fólk í ferðsluvanlukkum í Føroyum enn í øðrum londum. Serfrøðingur hevur eitt boð upp á, hvørji mál, vit eiga at seta okkum

Eftir fólkatalinum, eru tað alt ov nógvir føroyingar, sum doyggja í ferðsluvanlukkum, enn tað gera í øðrum londum.

 

Tað vísa tey syrgiligu tølini, tá ið tølini fyri ferðsluvanlukkur í Føroyum verða samanborin við onnur lond

 

Í fjør doyðu trý á føroysku vegunum, tvær kvinnur og ein maður. Allar vanlukkurnar hendu í bygdum øki.

– Samanbera vit okkum við hini Norðurlondini, er hetta eitt høgt tal, staðfestir Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

 

Veruleikin er tann, at eftir fólkatalinum er tað í Føroyum, at nógv flest fólk doyggja í ferðsluni, tá ið samanborið verður við hini Norðurlondini. Hetta er bæði galdandi fyri í fjør, og fyri tey seinastu 10 árini í miðal.

 

Í Noregi doyðu 2,54 fólk í ferðsluni í fjør fyri hvørji 100.000 fólk, og í Danmark var talið 3,77 fólk. Í Føroyum eru 6,96 fólk deyð í ferðsluvanlukkum í miðal um árið hesi tíggju árini.

 

Sven Krarup Nielsen, sum hevur verið formaður í donsku skaðanevndini fyri ferðslu á landi, staðfestur, at samanborið við 32 lond í OECD, eru Føroyar nummar 20 á listanum yvir, hvussu nógv fólk doyggja í ferðsluni.

 

Sostatt doyggja tvær og tríggjar ferðir so nógv fólk í ferðsluni í Føroyum sum í hinum Norðurlondunum, og støðan í Føroyum kann samanberast við støðuna í Grikkalandi og Pólandi og støðan er verri her, enn hon er í Kekkia, Belgia, Slovenia, Ungarn og øðrum londum.

 

– Her er avgjørt rúm fyri bata, heldur Sven Krarup Nielsen.

 

Men samstundis heldur hann, at føroyingar skulu seta sær veruleikakend mál á hesum øki. Og eitt mál, sum eftir hansara tykki er veruleikakent, er føroyingar seta sær sum mál, at talið á fólki, sum doyggja, ella fáa skaða í ferðsluni, skal niður í helvt.

– So eru føroyingar á sama stigi sum hini Norðurlondini, og tað eigur at bera til, heldur hann.

 

Í hesum sambandi heldur hann, at tað hevur stóran týdning at fáa allar myndugleikar á økinum at samstarva, bæði politikarar, løgreglu, vegamyndugleikar, og aðrar avvarðandi myndugleikar og stovnar.

 

Tað hevur stóran týdning, at teir ymsu myndugleikarnir eru samdir um málið, og samstarva miðvíst um at røkka tí. Men tað hevur eisini stóran týdning, at hava neyðugu tíðina til at røkka málinum, kanska eini 10 ár, sigur hann.

 

Og uttan at kenna viðurskiftini í Føroyum út í æsir, heldur hann, at nøkur viðurskifti, sum eiga at verða havd í huga í hesum sambandi, er ferð, rúsdrekkakoyring, gáloysni í ferðsluni, og at fáa fólk í bili at brúka trygdarbelti, og at fáa tey, sum eru á súkklu, prutli og motorsúkklu, at brúka hjálm.

 

Og hann heldur eisini, at hugsað eigur at vera um vanlukkur, sum raka fólk til gongu, umframt vanlukkur, har fólk á súkklu og prutli, eru upp í og vanlukkur, har ungir bilførarar í aldrinum 18 - 24 ár, eru uppi í.

 

Og hugt eigur eisini at vera eftir, hvat slag av vanlukku, talan er um, eitt nú um talan er um vanlukkur, har bara ein bilur er upp í, ella um talan er um vanlukkur, har tveir bilar koyra ímóti hvørjum øðrum, og renna saman. Og er tað í vegamótum, ella í óbygdum, at vanlukkur henda.

 

Hinvegin Sven Krarup Nielsen, at tað eru so fáar vanlukkur í Føroyum, og tískil kann tað vera ringt at síggja nakað ávíst mynstur.

 

Men serliga heldur hann, at tað, sum ger ferðslutrygdararbeiðið í Føroyum torført, er, at vanlukkur verða ikki kannaðar út í æsir, og tí vita vit alt ov lítið um, hví tær eru hendar.