Í forvitnisligari grein á heimasíðuni sínari staðfestir danska Børsen, at Føroyar eru næsta stóra ferðamálið í norðurlondum.
Longu í november 2015 var tað New York Times, ið somuleiðis skrivaði, at Føroyar vóru tað næsta stóra ferðamálið í norðurlondum. Serliga er tað ,,føroyska yndið", ið gera Føroyar so áhugaverdar fyri útlendingar.
Í greinini á Børsen verður serligur dentur lagdur á, at fleiri føroyingar seinastu árini hava valt at koma heim aftur eftir loknan lestur, og her verður Guðrun & Guðrun serliga nýtt sum dømi upp á framgongdina.
Fyri nøkrum árum síðani kom Guðrun Ludvig heim til Føroya og helt tað vera harmiligt, at føroysku bøndurnir vóru byrjaðir at brenna ta føroysku ullina, tí at hon hevði so lágt virði. Síðani hitti Guðrun Ludvig navnan, Guðrun Rógvadóttir, ið somuleiðis hevði eitt ynski um at skapa ein tørv á føroyskari ull.
Soleiðis bleiv Guðrun & Guðrun til, og síðani hevur føroyska fyritøkan hondseymað troyggjur, ið serliga blivu kendar í donsku sjónvarpsrøðini Forbrydelsen.
Føroyska Elin Hentze hevur víst tíðindafólki hjá Børsen runt í Føroyum. Børsen var serliga hugtikin av Østrøm og Steinprent, ið halda til yviri í Skálatrøð. Harafturat verða Barbara Fishhouse, Guðrun & Guðrun, Leirlist, Hotel Føroyar og Kirkjubøar lýst sum sannar mentanarperlur, ið útlendsk ferðafólk eiga at vitja.