- Tað er eingin sum helst ivi um, at tykkara lið hevur betrað seg fyri hvønn dyst, sum er liðin síðani tá. Landsliðsvenjarin hevur arbeitt við at byggja eitt nýtt lið upp, og samstundis eru spælarar komnir fyri seg frá skaðasteðgum. So talan verður heilt víst um eina sera trupla uppgávu hjá okkum í morgin.
Soleiðis segði skotski landsliðsvenjarin, Alex McLeish, tá hann í dag hevði havt seinnu venjingina hjá skotska hópinum á Føroya-ferðini.
McLeish, sum tvær ferðir áður hevur verið í Føroyum, metir tó, at hansara menn eiga at vinna dystin.
- Skulu vit kappast um fremstu plássini í bólkinum, so skal ein sigur til. Men hagtølini her vísa púrasta greitt, at tað krevst, at hvør maður er 100% til reiðar. Eru vit tað, so eiga vit at vinna. Men um ikki, so kunnu vit skjótt fáa stórar trupulleikar, heldur hann.
Tær báðar ferðirnar, sum McLeish áður hevur verið í Føroyum, hevur hann í báðum førum vitjað HB. Fyrru ferðina sum spælari við Aberdeen og seinnu ferðina sum venjari hjá Motherwell.