Føroyar eru mítt nýggja heim

Tað sigur Peter Lundin í brævi til Sosialin, har hann biður um at sleppa til orðana, tí hann heldur seg vera misskiltan. – Jeg elsker Færøerne og det er mit nye hjem, skrivar Peter Lundin

Tað var eitt rættiliga óvanligt bræv, sum kom við postinum til Sosialin í morgun. Øll spílaðu eyguni upp, tá undirskriftin stóð greið. Brævið var frá Bjarne Skounborg/Peter Lundin.

Hann sigur í brævinum, at hann ynskir at »etablere en dialog« við »mht interview«.

Peter Lundin gjørdist av álvara kendur í Føroyum fyri fáum vikum síðani, tá tað kom fram, at føroyska Mariann Poulsen í loyndum hevði gift seg við honum.

Søgan hjá Lundin er annars ikki serliga tespilig. 7. apríl 1991 kvaldi hann mammu sína og gravaði hana niður á einari strond við Cape Hatteras á amerikansku eysturstrondini.

Fyri hesa ógerð varð Peter Lundin dømdur 20 ára fongsul, sum tó seinni varð sett niður í 15 ár. Men av tí at trongligt var í fongslinum, varð hann leyslatin eftir 7 ára fongsul – í juni 1999 – og vístur av landinum.

Komin heim aftur til Danmarkar nýtti hann bert eitt ár, áðrenn hann drap sambúgvan, Marianne Pedersen og báðar synir hennara 16. juni 2000. Hann skar øll trý líkini sundir í pettir, koyrdi partarnar í plastposar og beindi teir burtur.

Eingin farvegur hevur verið at sæð eftir líkpørtunum síðani.

 

Kundi dømast

Tá rættarsakin móti Peter Lundin skuldi byrjað, varð hann av Rættarlæknaráðnum sagdur ikki at vera sinnissjúkur, og kundi tí standa vanligan rætt, tað merkir forvaring ella tíðarbundna revsing.

Ákærumyndugleikarnir kravdu tíðarbundna revsing, tí tað vanliga merkir longri fongsulsrevsing enn forvaring. Nevningarnir fylgdu ynskinum frá ákærumyndugleikunum, og dømdu Peter Lundin lívslanga fongsulsrevsing.

Meðan Lundin sat í fongsli í USA gjørdi ein donsk sv-støð eina samrøðu við Peter Lundin, har hann hevði málað helvtina av andlitinum svarta og hina helvtina hvíta, fyri at ímynda tað góða og tað ónda.

Í sambandi við hesa samrøðuna gav læknin Sten Levander honum 39 stig á sonevnda »psychopathy-checklist«, sum hevur ein skala frá 0-40. Hann verður sostatt mettur sum eyðsýndur psykopat.

Meðan Peter Lundin, sum nú nevnir seg Bjarne Skounborg, hevur sitið í fongsli, hevur hann stevnt dagblaðnum »Information« fyri at hava kallað hann psykopat, men tað rættarmálið tapti hann.

Hann varð í fjør fluttur frá Herstedvester fongslinum til Statsfængslet Østjylland í Horsens, eisini nevnd Horsens Statsfængsel.

 

Kvinnutekki

Tað er ein kend søk, at hópdrápsmenn bergtaka manga kvinnu, og fangar á deyðsgongunum í fongslum í USA fáa í hópatali av brøvum frá forliptum kvinnum.

Heldur ikki Peter Lundin er nakað undantak í so máta. Eina tíðarskeiðið fekk hann so nógv brøv í Herstedvester, at starvsfólkið mátti kvotera brævarúgvuna, og umframt hetta hevur hann í seinastuni havt vitjan av í minsta lagi tveimum kvinnum hesa seinastu tíðina.

Longu meðan hann sat í fongsli í USA hevði hann fleiri elskarinnur. Ein teirra var Tine frá Målev. Hon skrivaði saman við honum, og tá hon einaferð fór til USA at vitja, hevði Peter Lundin skipað fyri brúdleypi, og longu sama dag giftust tey.

Samstundis hevði hann í minsta lagi eina aðra unnustu, sum búði hjá pápa hansara, Ole Lundin.

Men tá hon fann út av, at Peter Lundin hevði gift seg, stakk hon av.

Heldur ikki í Danmark hevur Lundin liðið nakra neyð í so máta. Heimaftur komin flutti hann inn hjá konu síni, Tinu, men tað gekk bara stutt tíð, so hevði hann funnið sær eina aðra – Marianne Pedersen. Men tað sambandið slitnaði sum kunnugt 16. juni 2000.

Seinni kom hann so í samband við føroysku Mariann Poulsen, sum hann giftist við síðst í september, men longu eftir 11 døgum vildi hon sum kunnugt skiljast aftur.

Og nú vita donsk bløð so at siga, at Peter Lundin hevur funnið sær enn eina Marianne, sum skal vera prestadóttir.

Peter Lundin endar brævið við at siga, at hann ætlar sær at búgva í føroyum, tá hann verður leyslatin, og so mugu vit bara gera upp við okkum sjálvi, hvat vit halda um tað.

 

 

Brævið:

 

 

22.10.08

 

Til Sosialurin

vedr: Dialog (mht. interview)

 

Jeg skriver til Sosialurin mht. at etablerer en dialog.

Jeg ved jo ikke hvem der er den rigtige person/journalist til at skrive til, så jeg anmoder herved at Sosialurin kontakter mig.

 

Jeg mener at jeg er blivet misforstået og derfor fortjener chancen til at forklare/forsvare mig.

Altså, når jeg bliver løsladt i nogle (få) åar, så kan jeg jo ikke bare komme hjem til Færøerne (når alle er i mod mig!) ...jeg elsker Færøerne og det er mit nye hjem.

 

Jeg håpber vi kan etablerer en dialog

 

MVH...

 

Bjarne Skounborg/Peter Lundin