Føroyar eru kappingarførar

- Ferðafólk, sum koma til Føroya, kunnu fara allastaðni í landinum upp á stutta tíð, og tað er ein styrki, vit ikki eiga at gloyma, sigur Theresa T. Kreutzmann, stjóri á Kunningarstovuni í Tórshavn, ið luttekur á ferðavinnumessuni í Reykjavík

Føroyar hava alt tað, sum Grønland og Ísland ikki hava, og júst tað ger, at Føroyar eru kappingarførar við hesi bæði londini, tá tað snýr seg um ferðavinnu. Tað sigur Theresa T. Kreutzmann, stjóri á Kunningarstovuni í Tórshavn.

- Í Føroyum hava vit tann fyrimunin, at útlendsk ferðafólk noyðast ikki at velja frá, tá tey eru her. Tey kunnu bara velja til, tí landið er lítið, og harvið er skjótt at vitja oyggjarnar. Soleiðis er ikki í Grønlandi og Íslandi, greiðir Theresa T. Kreutzmann frá. Hóast Føroyar hava tað, sum skal til fyri at fáa ferðafólk at velja Føroyar fram um onnur møgulig ferðamál, er tað av alstórum týdningi, at føroyska ferðavinnan og tey tilboðini, vit hava at bjóða, verða endurnýggjað.

- Mann kann ikki hvíla leingi á eini success, og tað verður kravt nógv av ferðavinnuni. Tískil er umráðandi, at vit endurnýggja okkum javnan, tí kappingin frá øðrum londum er altíð hørð, sigur Theresa T. Kreutzmann.


Kappingarneytar eiga at samstarva

Sambært stjóranum á Kunningarstovuni í Tórshavn hevur føroyska ferðavinnan av ymiskum orsøkum ligið í einum aldudali hesi seinastu árini.

- Vit hava verið í einum aldudali, sum hevur gjørt, at vit eru follin í fátt. Hóast tað gongur rætta vegin aftur, so er tað júst nú at aktørarnir innan føroysku ferðavinnuna skulu arbeiða saman, tí tað er tað, sum gevur orku og vilja til at menna okkum, sigur Theresa T. Kreutzmann og leggur afturat:

- Innan fyri ferðavinnu er týdningarmikið, at hugsa ótraditionelt, og tað er nakað, vit skulu gera meira av, heldur Theresa T. Kreutzmann. Hon hevur fleiri ára royndir innan ferðavinnu í Grønlandi og sambært henni kunnu føroyingar læra nógv av grønlendingum.

- Ofta verður funnist at trongu fíggjarkørmunum, sum føroyska ferðavinnan virkar undir, men Grønland hevur havt 22 milliónir krónur at brúka til ferðavinnuna, men allíkavæl hava tey ikki megnað at fáa fleiri ferðafólk handanvegin, greiðir Theresa T. Kreutzmann og heldur fram.

- Eitt sum grønlendingar duga væl er at samstarva, hóast mann er kappingarneytar. Tað er nakað, vit skulu gera meira í Føroyum, at samstarva og hugsa kreativt, sigur Theresa T. Kreutzmann.