í morgin og til fríggjadagin luttaka umboð fyri Uttanríkisráðið og Fiskimálaráðið á fundi í COFI, sum er fiskivinnunevndin hjá FAO.
Í COFI savnast flest øll fiskivinnulond í heiminum annaðhvørt ár at viðgera felagsmál og felags reglur fyri burðardyggum fiskiskapi.
Á skránni verður m.a. uppskot um leiðreglur um hjáveiðu og útblaking, uppskot um leiðreglur fyri skipanir at góðkenna aling sum burðardygg og arbeiði hjá COFI at seta á stovn eina alheims skráseting av fiskiskipum.
Hetta er aðru ferð, at Føroyar luttaka á fundi í COFI sum atlimur í FAO. Føroyar fingu atlimaskap í FAO í 2007. Sum atlimur hava Føroyar fulla atgongd og talurætt á ráðstevnum, aðalfundum og nevndarfundum, tó ikki atkvøðurætt. Tað er ikki vanligt, at atkvøtt verður um faklig ella politisk mál, ið verða viðgjørd.