Føroyar eru framvegis koronafrítt øki

Nú eru 9.466 fólk í Føroyum kannað fyri korona

Føroyar eru framvegis koronafrítt øki. Tað kann staðfesast, nú Landslæknin upplýsir, at heldur ikki í gjár varð nakar tilburður av funnin. Annars eru nú 9.466 fólk í Føroyum kannað fyri korona. 

Í gjár vórðu 80 fólk kannað fyri korona og allar royndirnar vóru nehativar. Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest korona, og allir 187 eru frískir aftur. 

 Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur ongin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.196 kanningunum, sigur landslæknin.