Føroyar eru ein kristin tjóð

Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Tey flestu okkara munnu vera samd um, at vit byggja á og hava eina kristna lívsáskoðan og mentan í Føroyum. Hetta merkir ikki, at allir føroyingar eru kristnir, men tað merkir, at okkara mentanin og lívsáskoðan hevur røtur í kristnu siðalæruni. Tað at flest øll arbeiðspláss standa still sunnudag, tað at løgtingssetan byrjar við skrúðgongu oman í dómkirkjuna o.s.fr. er alt partur av okkara kristnu mentan.
Men vit kunnu ikki út frá hesum siga, at allir føroyingar eru kristnir, ella at okkara land ikki eisini gevur rúm fyri fólki, ið hava aðra mentan enn ta kristnu. Men øll sum búleikast í Føroyum eiga ikki at vera í iva um, og tí viðurkenna og virða, at tann mennandi føroyska mentanin og lívsáskoðanin er kristin.
Tá fremmand fólk koma til Føroya, so kunnu tey t.d. ikki krevja av arbeiðsgevara, ið hevur eitt flakavirkið, at hann skal geva teimum loyvi til at arbeiða sunnudag. Tey mugu virða, at tey eru komin til eitt land, har tann umsorgsfulla kristna mentanin er galdandi.
Í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur, at flokkurin vil á øllum økjum reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði. Harvið verður sligið fast, at Sambandsflokkurin vil virka fyri, at tann kristna mentanin framhaldandi skal verða hornasteinur í føroyska sam-felagnum. Allar royndir at flyta føroyska mentan og lívsáskoðan burtur frá tí kristnu siðalæruni eru sostatt í stríð við tað, sum Sambandsflokkurin virkar fyri.
Nógvar royndir eru gjørdar tey seinnu árini, fyri at fáa tað føroyska samfelagið at viðurkenna hjúnalag millum tvey av sama kyni á jøvnum føti við hjúnalagið millum mann og konu, soleiðis sum vit kenna tað í teirri kristnu mentanini. Men vit sleppa ikki uttanum, at ein viðurkenning av samkyndum hjúnalagi merkir tað sama sum ein vanvirðing av tí kristnu mentanini, sum bert loyvir hjúnalagi millum mann og konu. Ein viðurkenning av hesi nýggju mentanini vil tí altíð merkja, at tann kristna mentanin verður vrakað.
Tað ber ikki til at sameina tvær so mótstríðandi mentanir ella lívsáskoðanir, tí við at viðurkenna aðra, vrakar tú hina. Tí mugu vit sum samfelag og tjóð taka støðu til, hvørja mentan vit vilja hava og hvørja vit ikki vilja hava, tí vit kunnu ikki halta til báðar síðir.
Sum løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil eg vera við til at verja um og framhaldandi virka fyri, at Føroyar vera ein kristin tjóð og at tann kristna mentanin og lívsáskoðanin, sum vit fingu handaða frá forfedrum okkara, verður hornasteinurin í tí føroyska samfelagnum, tí eg ivist ikki í, at vit á hesum grundvølli aftur og aftur vilja uppliva Guds signing, bæði yvir land og fólk.