Føroyar eru blivnar botnlið í altjóða fótbólti

Føroyska fótbóltslandsliðið er í fríum falli á styrkislistanum hjá FIFA og er dottið 10 pláss niður eftir listanum seinasta mánaðin. Fleiri av hinum smáu fótbóltstjóðunum í Europa eru nú langt frammanfyri Føroyar á FIFA-listanum


Føroyar nærkast støðugt botninum í altjóða fótbólti. Nýggjasti styrkislistin hjá altjóða fótbóltssambandinum FIFA staðfestir, at Føroyar nú eru nummar 179 av 205 fótbóltstjóðum í heiminum.
Seinasta árið hevur tað gingið støðugt afturá hjá føroyska landsliðnum, sum eitt skifti taldist millum 120 tey best landsliðini í heiminum. Nú nærkast Føroyar botninum, og bara tann seinasta mánaðin er føroyska landsliðið dottið 10 pláss á listanum.
Fleiri av hinum smáu fótbóltstjóðunum í Europa, sum vit í nógv ár hava ligið frammanfyri, eru nú langt frammanfyri okkum.
Andorra er nummar 160, Liktistein 155 og Malta nummar 144. Og so kunnu vit kaga rættiliga langt upp eftir listanum fyri at finna okkara íslendsku grannar, sum eru nummar 87 á listanum.
 
Brasil er sterkast
Styrkislistin hjá FIFA byggir á eina útrokning av úrslitum í aljtóða dystum. Tá ið grundarlagið fyri listanum var broytt herfyri, mistu Føroyar nøkur av sínum góðu úrslitum, sum liggja fleiri ár afturi í tíðini, og tað ávirkaði støðuna á listanum.
Samstundis hevur gingið sera illa í seinastu landsdystunum, og tað ger bara støðuna á FIFA-listanum verri.
Brasil eigur framvegis sterkasta landsliðið í heiminum, og Frakland er nummar 2. Fremsta norðurlandið er Danmark, sum er numm 16 í heiminum. Svøríki er nummar 18.