Samir Ujkani eitur málverjin og liðskiparin hjá Kosovo. Hann stóð væl í málinum hjá Kosovo, men kundi tíbetur ikki gera nakað tá René Shaki Joensen hegnisliga javnaði til 1-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum millum Føroyar og Kosovo.
- Føroyar eru best skipaða liðið í hesum bólkinum, staðfestir Samir Ujkani sum heldur, at dysturin var sera torførur fyri Kosovo, men teir kunnu væl og virðiliga brúka javnleikin sæð í ljósinum av, at Aserbadjan bert megnaði javnleik 1-1 ímóti Malta í Baku.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Samir Ujkani í "Mixed Zone" økinum í B36-húsinum aftaná dystin millum Føroyar og Kosovo.