Føroyar endaðu á einum 6. plássi

Tey trý gullheiðursmerkini hjá Pál Joensen síggjast væl aftur í endaliga heiðursmerkjabýtinum í EJM kappingini í Beograd. Føroyar gjørdist einasta norðurlandið, sum vann gull. Pernille Larsen úr Danmark vann silvur í 100 metrar rygg. Býtið aftaná allar 40 av 40 kappingum eru avgreiddar gjørdist hetta:

 

Nr. Land Gull Silvur Bronsa

 

1. Bretland 10 5 3

2. Russland 6 7 11

3. Italia 4 8 3

4. Pólland 3 5 3

5. Serbia 3 1 0

6. FØROYAR 3 0 0

7. Týskland 2 4 5

8. Ungarn 2 1 1

9. Belgia 2 0 0

10. Frakland 1 4 4

11. Niðurlond 1 3 0

12. Slovenia 1 0 2

12. Ukraina 1 0 2

14. Spania 1 0 0

15. Grikkaland 0 1 1

16. Danmark 0 1 0

17. Kekkia 0 0 1

17. Ísrael 0 0 1

17. Rumenia 0 0 1

17. Turkaland 0 0 1