Føroyar ellivu pláss hægri enn væntað

OL í talvi í Dresden í Týsklandi er av. Í 11. og síðsta umfari vunnu Føroyar 3,5 ? 0,5 á Syrialandi. Helgi Dam Ziska telvaði remis á 1. borði, og á hinum borðunum vunnu føroyingarnir fulla úrtøku. Hinir, sum í dag umboðaðu Føroyar, vóru Heini Olsen, John Rødgaard og Jóan Hendrik Andreasen.

Føroyar vunnu seks dystir og taptu fimm dystir. Úrtøkan var 12 dystarstig, og tað bar við sær, at Føroyar endaðu sum nr. 61. Undan kappingini vóru Føroyar styrkismettar sum nr. 72.

Burturúr 44 talvum vunnu Føroyar 22 borðstig ella 50 prosent úrtøku, sum verður mett at vera gott. Hetta varð 19. ferðin, at Føroyar tóku lut í OL. Bara eina ferð áður hevur úrtøkan verið 50 prosent. Tað var í 1994.

Merkisvert er tað, at Føroyar endaðu fremri enn Ísland. Grannar okkara fyri vestan vunnu 11 dystarstig og endaðu á 64. plássi. Ísland var undan kappingini styrkismett at vera nr. 45.

Armenia endurvann OL. Úrtøkan hjá teimum var 19 dystarstig. Á næstu plássunum endaðu Ísrael (18), USA og Ukreina (17) og Russland, Aserbadjan, Kina, Ungarn, Vietnam, Spania og Georgia við 16 dystarstigum.