Eyðun Mohr Viderø
Løgtingsformaðurin hevur tikið stig at mæla til at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Hóast lógkønir vísa á, at tað ikki er uppgávan hjá løgtingsformanninum at taka sovorðin politisk stig, so heldur hesin fast við uppskot sítt. Hvørji eru so motiv hansara? Kanska í stríð við hansara starv sum formaður tingsins?
Høvuðsstovnurin undir viðmæli av hesum uppskoti kemur úr Suðustreym. Hví millum hesi?
Kvinnufylking mælir til føroyar sum eitt valdømi til frama fyri kvinnur í politikki. Hví?
Føroya Arbeiðarafelag við formanni tess mælir til fíggjarligt fyrilit viðvíkjandi sandoyartunnli. Hví?
Tosað verður um, at við einum valdømi, so fáa vit "landspolitikkarar". Men hvar eru teir? Oftað verða politikkarar í smærru valdømunum lagdir undir at fremja einans lokalpolitikk, men tá viðgerðir fara fram í løgtinginum, so er ilt at kenna mun á lokalu áhugamálunum hjá tingmonnum í størru og smærru vældømunum. Í so máta er ikki munur á monnum.Men er tað ikki uppgáva teirra?
Tá løgtingsformaðurin tekur sovorðin stig, man tað so vera tí, at hann ætlar ikki at stilla upp aftur til komandi val, fyri at fáa "landspolitikkarar" á ting, ella man hann vænta sær at fáa eyka atkvøður runt landið, fyri at tryggja sær tann politiska sessin? Hvussu langt røkkur "idealisman"?
Hvat væntar kvinnusamskipanin sær av einum valdømi? Munnu tær vænta, at kvinnur í Sandoy fara at atkvøða fyri "skilakvinnuni" Annitu á Fríðriksmørk, ið stríðist fyri, at Sandoyggin ongan undirsjóartunnil fær?
Vit hoyra dagliga í fjølmiðlunum, at stórur trupulleiki er í skúlunum, tí børn verða happaði. Ofta er her talan um friðarlig børn úr ikki múgvandi heimum, ið vísa serligt lítillætni.
Vit í Sandoynni eru ein partur av landinum. Vit eru við til at byggja samlaða landið upp, og tí vilja vit ikki finna okkum í, at týdningurin av neyðugum íløgum til samferðslukervið til meginøkið politiskt verða skúgvaðar til viks av óbeinleiðis løgtingsformanninum, kvinnufylking ella formanninum fyri arbeiðarar í Sandoynni!
Er kanska talan um, at politikkarar úr størru valdømunum ynskja at fremja eina ávísa happing móti teimum smærru?
Í tann mun, eg havi ávirkan, so vil eg stríðast ímóti hesum politikki, og at virka fyri, at samlaða landið fær rímulig kor fíggjarliga sum ein partur av Føroyum!