Hóast føroyska fótbóltslandsliðið er 13 pláss hægri á FIFA-styrkislistanum, enn tað var við árslok í fjør, gongur tað støðugt skeiva vegin.
Fjórðu ferð á rað vóru Føroyar fyri afturstigi, men hesaferð misti føroyska landsliðið bara eitt pláss á listanum. Føroyar verða nú mettar sum nummar 112 av teimum 202 londunum, sum eru við á FIFA-listanum.
Framvegis eru hini smáu fótbóltslondini í Europa aftanfyri Føroyar. Malta er nummar 120, Luxembourg 124, Liechtenstein 128 og Andorra og San Marino er samd um at liggja á plássi nummar 144.
Í toppinum av listanum er sum vanligt Brasil. Kekkia hevur verið mett at verða næststerkasta landslið í heiminum, men nú hava heimsmeistararnir úr Fraklandi stungið seg upp ímillum, so Kekkia nú er nummar 3. Spania er nummar 4, Týskland nummar 5 og Kroatia nummar 6.
Noreg er tað fremsta norðurlandið; teir eru saman við Argentina nummar 7 í heiminum. Danmark er nummar 14, Svøríki nummar 16, Ísland 48 og Finland 54.
FIFA ger eina ferð um mánaðin upp, hvussu styrkin hjá teimum ymsu fótbóltstjóðunum í heiminum er. Seinasta listin í ár kemur stutt fyri jól.