Í nýggja gula og svarta búnanum sannførdi Todi Jónsson mikukvøldið allar fótbóltsáhugaðar føroyingar um, at hann framvegis er besti álopsspælarin, sum Føroyar hava átt og ikki minst framvegis eiga. Hóast hann leygarmorgunin var úti fyri stórum skelki og endaði á sjúkrahúsinum, so var Todi ógvuliga væl fyri, tá ið Start á heimavølli royndi at verja oddasessin í Tippuliguni móti Lyn úr Oslo, sum eigur bestu verjuna í norskum fótbólti. Annar av miðverjunum var Steven Lüstu, sum var á Herfølge liðnum, tá ið teir við Jákupi Mikkelsen sum málverja vunnu DM í 2000.
Undan vitjanini hjá Lyn í Kristiansand vóru trettan mál farin ígjøgnum í fimtan dystum, og inntil vísarin var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tóktist tað sum um, at tað skuldi eydnast høvuðsstaðarfelagnum at fara avstað við ongum máli ímóti sær og øllum stigunum, eftir at teir í 1. hálvleiki høvdu fingið eitt mál eftir horna.
Men so var tað, at Todi Jónsson var nógv hægstur og við rimmar stútara staðfesti, at tað framvegis býr nógv krút í honum.
- Tað var fantastiska gott, at eg skoraði. Fyri liðmoralin hevði tað verið ógvuliga tyngjandi, um vit einki høvdu havt fingið burturúr. Vit høvdu stóra leikliga yvirvág, og vit høvdu einar fjúrtan góðar royndir móti málinum. Eisini fyri meg persónliga kom málið væl við. Eg veit væl, at eg eri keyptur fyri at skjóta mál, og tað er á tí vágskálini, at eg verði vigaður, so hetta var fantastiskt, sigur Todi Jónsson, sum iðrar seg um, at hann ikki fekk eitt mál afturat.
- Í 1. hálvleiki hevði eg ein góðan møguleika eftir innlegg. Tá fór bólturin dygst skeivu megin stólpan. Tá átti eg at havt sent hann í málið við høvdinum. Tá ið tað restaði ein løta, og vit framvegis vóru aftanfyri, fekk eg bóltin í málið. Tíverri var eg akkurát rangstaddur.
Henrik Larsen, landsliðsvenjarin, var á áskoðaraplássunum í Kristiansand mikukvøldið, og hann heilsaði eftir dystarlok upp á Toda:
- Tað er upp til hansara at gera av, um eg skal spæla á landsliðnum ella ikki. Hann helt, at eg hevði spælt væl, so eg vóni, at tað verður pláss fyri mær móti Kypros, sigur Todi Jónsson, og vit kunnu heilsa og siga honum, at hann er úttikin.
Tú hevði nóg nógva orku at vera við alla tíðina og at skjóta mál í yvirtíðini?
- Tað er langt síðani, at eg havi spælt alla tíðina. Eg havi vant nógv síðstu vikurnar, og eg kenni meg vera væl fyri. Síðstu tjúgu minuttirnar var eg ógvuliga troyttur, men venjarin setti nýggjan álopsspælara inn og síðstu løtuna vóru vit ofta fýra og fimm Start spælarar í brotseiginum hjá teimum. So tað var gott, at tað eydnaðist at løna venjaranum fyri álitið, sum hann vísti mær.
Í norskum fjølmiðlum fekk Todi í gjár gott skoðsmál fyri avrikið mikukvøldið. VG, sum er størsta blaðið í Noregi, lutar honum eitt 6 tal. Bara ein spælari, Start miðvallarin Alex Valencia, fekk sjey. Todi var væl upplagdur, hann flutti seg nógv, bóltførleikin var sum í gomlum døgum, og hann var skjótur í fatanini fyri spælinum. So skjótur, at mótsstøðumenninir beinanvegin noyddust at gera fleiri fríspørk ímóti honum, og annar miðverjin fekk gult kort, sum ber við sær, at hann verður leikbannaður næstu ferð.
- Her verður spælt øðrvísi, enn vit gjørdu í FCK. Tá vóru vit altíð tveir á toppinum. Útgangsstøðan hjá teimum er 4-3-3, men álopsspælararnir hava verjuuppgávur, so talan verður ofta um 4-5-1, og tá ið tú ert einsamallur á toppinum, verður tað sjálvandi eyka nógv renning.
Mánakvøldið skal Start spæla á útivølli móti Viking í Stavanger.
- Eg eri væl fyri, og eg vóni sjálvandi at fáa pláss millum teir fyrstu ellivu. Roy Hodgson, ið er ein tann besti venjarin, sum eg nakrantíð havi havt, er venjari hjá teimum, so tað verður spennandi, staðfestir Todi Jónsson.
Um alt veit væl við, og Todi framvegis verður væl fyri, so kann eingin ivi vera um, at hann verður á vøllinum, tá ið Føroyar annan mikudag fara at spæla móti Kypros. Møguleikin fyri sigri í tí dystinum øktist heilt nógv mikukvøldið, tá ið Todi Jónsson vísti, at hann aftur er væl fyri.
- Dystarvenjingin er ikki optimal. Tað sigur seg sjálvt, tá ið eg bara havi spælt tvær ferðir í lítlar løtur frammanundan hesum dystinum. Men tað eigur at ganga skjótt rætta vegin, um eg fái høvi at spæla fleiri ferðirnar soleiðis, sum eg gjørdi hesa ferð.










