Norðurlendsku náttúruverndarfelagsskapirnir hava ársfund í Føroyum í hesum døgum. Frá 28. juli til 3. august hittast umboð fyri felagsskapirnar og í ár er ársfundurin í Føroyum.
Tey ymsu londini greiða frá tí, ið arbeitt verður við, ymsir viðkomandi fyrilestrar eru, ið fakfólk innan gransking og umhvørvisarbeiði halda, eins og høvi er hjá teim vitjandi at uppliva vertslandið, tí skipað verður fyri útferðum, bæði á sjógvi og landi.
Norðurlendsku luttakararnir komu til Føroya 28. juli og fingu ólavsøkuna við, eins og skipað varð fyri útferðum fyrstu dagarnar til Kirkjubøar og Saksunar.
Mánadagin 31. juli gekk leiðin til Suðuroyar, har sjálvur ársfundurin verður hildin á Gistingarhúsinum við Á í Øravík.
Henda fyrsta dagin funnu gestirnir seg til rættis, hugdu seg um í Øravík, og sum byrjan uppá fundin løgdu ymsu londini fram ymiskt viðvíkjandi teirra landi í tí, sum á skránni nevndist "præsentation af de enkelte lande" og "præsentation af Færøerne og Suðuroy".
Síðani vitjaði ferðalagið í Famjin við bussi.
Umhvørvið á breddan
Týsdagurin 1. august vigaði tyngri í skránni. Á skránni vóru fyrilestrar, hildnir av føroyskum fyrilestrahaldarum.
Fundarhølið í Øravík var karmur um fundin og fyrilestrar.
Kári Thomsen, formaður í Føroya Náttúruverndarfelag, hevði frágreiðing í samband við ársfundin, har hann greiddi frá umstøðum felagsins og tí, ið arbeitt verður við í Føroyum.
Í greiðari og viðkomandi frágreiðing greiddi Kári Thomsen frá arbeiði felagsins. Norðurlendsku feløgini hava nøkulunda somu arbeiðsgongdir og arbeiðsøki, metti Kári, ið greiddi frá, at føroyska felagið varð stvovnsett í samband við ætlaða vatnorkuútbygging hjá SEV í Vágumunum. Har eydnaðist at steðga ætlanini, men 13 ár seinni var felagið vitni til, at annað stórt vatn varð tikið og gjørt til innidemmaðan orkubrunn, nevniliga Eiðisvatn.
Føroyska lógargrundarlagið er tunt, tá um náttúru og umhvørvi ræður, greiddi Kári frá. Náttururverndarlógin er frá 1970 og umhvørvislógin frá 1988. Umsitingin hevur verið í fleiri ráðum, men nú er ætlan gjørd um at leggja alt økið undir Innlendismálaráðið, so roknast kann við betri umsiting. Kári greiddi frá, at felagið hevur verið noytt at hefta seg við størri mál, og lata minni mál fara framvið, uttan at taka tey upp, tí orka hevur ikki verið til hetta. Tó hava t.d. vatnorkuútbyggingar og handfraring av burturkasti alla tíðina vigað tungt í arbeiði felagsins.
Tunt soð
Viðvíkjandi visión 2015 segði Kári Thomsen, at ein arbeiðsbólkur er settur, men at Føroya Náttúruverndarfelag ikki er við í bólkinum. Tá felagið mótmælti, fekk felagið í boði at vera við, tá náttúru og umhvørvisverndarvisiónin varð løgd fram. Kári metti nógv vanta í visiónini og boðaði hetta ikki frá nøkrum góðum, ella nøkrum málrættaðum umhvørvispolitiki frá myndugleikunum.
Støða er frá føroyskari síðu ikki tikin til Kyotoprotokollina og verður hetta av felagnum mett at vera ein av týdningarmestu trupulleikunum í Føroyum í altjóða høpi. Løgmansrøðan í ár segði onki um Kyoto, umhvørvisvernd ella orku oig metir Kári Thomsen, at hetta sigur nógv um, hvussu landsstýrið raðfestyir hesi evnini.
Frágreiðingin hjá Kára Thomsen fevndi víða og kom m.a. inn á søguna hjá vindorku í Føroyum, sum hevur havt mótvind.
Felagið fekk í 2001 stuðul til eitt vindmylluatlas og ljós varð varpað á vindorku mótvegis vatnorku. Í stuttum kann sigast, at fram kom, at Føroyar eru eitt av heimsins mest dálkandi londum, tá umræður útlát av gassi av ymsum slag. Tað vísti seg, at felagið hevði rætt í sínum útrokningum og gav hetta bronsu til Føroyar, gull til USA og Silvur til Australia.
Felagið hevur umboð í nevndini, ið tekur sær av kappingini um "Best røktu bygd". Og felagið fegnast um arbeiðið innan vøkstur og blómur í Føroyum, og at Føroyar hava fingið tjóðarblómu.
Felagið hevur verið virkið í orðaskiftinum um sonevnda nationalpark - tjóðpark - í Føroyum, og er ikki samt við teim uppskotum, ið myndugleikar hava, sum eru t.d. í Vágum og Koltur. Føroya Náttúruverndarfelag hevur hinvegin víst á Hvannhaga í Suðuroynni og Kári Thomsen segði, at felagið framvegis fer at fylgja við og gera sítt til, at úrslitið verður skilagott.
Fyrilestrar
Bogi Hansen frá Fiskirannsóknarstovuni hevði fyrilestur um veðurlagsgransking við serligum atlti til Atlantshav. Hann kom inn á árinini á náttúruna, ið eru sera ymisk og eisini ring at spáa um. Serliga kom hann inn á menniskjaskapt árin og vakstrarhúsárinið er eitt vandamál. Torført er at meta um alt hetta, segði Bogi Hansen m.a., men skaðarnir kunnu vera stórir og óbótaligir.
Maria Dam frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevði fyrilestur um náttúrueitran.
Anna Maria Fosaa frá Náttúrugripasavninum hevði fyrilestur um plantur í Føroyum og var hetta ein ferð í føroyskari vegetatión. Um hvørjum granska verður í og hvussu støðan er hjá teim ymsu plantunum, eru tær útdeyðar, í vanda ella er støðan ivasom. Fleiri plantur finnast bert á 2 - 3 støðum í Føroyum og ikki øll støðini hava tað so gott. Onkrar plantur finnast ikki í so nógvum øðrum londum og spurningurin her var, um ikki Føroyar her áttu altjóða skyldur í samband við varðveitslu og líknandi.
Ein niðurstøða var, at tað er trupult at fáa fólk at yvirhalda tann veruleika, at summi øki eru friðað.
Janus Hansen, biologur, greiddi frá djóralívi í Føroyum. Hetta var gongd innan innsavnan av tilfari og vitan og enn er ikki komið á mál og í Føroyum eru vit ikki komin har, at vit hava regluliga skráseting.
Fleiri fuglasløg eru í afturgongd og onnur sløg eiga mest í Føroyum, í onkrum føri 95% av heimsstovninum, og aftur her varð komið inn á altjóða skyldur í so máta.
Dømini vóru mong um vantandi ábyrgdarkenslu tá umræður djóralív og náttúru yvirhøvur.
Føroyar eftirbátur
Í kjakinum eftir fyrilestrarnar kom greitt fram, at útlendsku luttakararnir undraðust á vantandi lógir og vantandi medvit í Føroyum, tá umræður umhvørvisvernd og náttúru. T.d. var torført hjá teimum at skilja, at tað kundi vera ein trupulleiki, at friðað øki ikki verða vird sum slík. Og tað kom greitt fram, at í mun til londini kring okkum, so eru Føroyar eftirbátur. Norðurlendsku feløgini bjóðaðu í fyrstu atløgu moralskan stuðul til Føroya Náttúruverndarfelag, men semja tyktist vera um, at felagnum tørvaði orku og pening, skuldi felagið einsamalt megna at varpa meira ljós á umhvørvismál.
Møttu ikki
Annað, ið ein legði til merkis týsdagin var, at hóast lands- og lokalpolitikarar og onnur høvdu fingið í boðið at koma við til ársfundin, so møttu sera fá. Ein landspolitikari og tvey býráðsumboð av Tvøroyri møttu, og kann hetta kanska eisini nýtast sum mátistokkur fyri áhuganum hjá landsins myndugleikum og borgarum fyri umhvørvinum.
Hóast nakað av mjørka seinnapartin týsdagin, fóru fundarluttakararnir túr í Hvannhaga, ið er í uppskoti til tjóðpark.
Mikudagin skuldu luttakararnir vitja í Hvalba og Sandvík og so var kjak um norðurlendskt samstarv á skránni og eisini skuldi takast samanum. Á kvøldið beyð skráin siglitúr og vitjan á Tvøroyri í gomlu Kgl. handilsbygningunum.
Hósdagin vitjar ferðalagið í Sumba, har m.a. fuglabjørg eru at síggja og síðani gongur leiðin aftur til Havnar og fríggjadagin fara luttakararnir aftur hvør til sítt.
Fakta
Føroyar er vertur, nú norðurlendsk náttúruverndarfeløg hava ársfund
Stað: Øravík
Luttakarar:
Danmark:
Gunver Bennekov, stjóri
Else Maria Bisshof-Larsen
Noreg:
Tore Killingland
Finnland:
Antti Halkka
Tom Gullberg
Áland:
Christel Forsgård
Ísland:
Bergur Sigurðsson
Bjørgólfur Thorsteinsson
Føroyar:
Kári Thomsen
Anna Antoniusen
Eliesar Olsen
Óli Mikkelsen
Leivur Nattestad