Føroyar ímóti heimsins bestu
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Lutakastið til bólkarnar til undankappingina í europeisku fótbóltskappingini gevur nú av álvara Føroyum møguleika at gerast meira sjónligar á altjóða pallinum enn nakrantíð fyrr. Føroyska landsliðið skal í ár og næsta ár spæla ímóti ongum minni enn heimsmeistarunum og nr. 2 í heiminum. Týskvøldið spældi Italia seg í finaluna, og í gjárkvøldið spældu fraklendingar seg í finaluna í heimsmeistarakappingini í fótbólti. Hesi bæði liðini eru í okkara bólki til EM. Harafrat er enn eitt av heimsins 8 sterkastu londum við, nevniliga Ukraina. Ein kann tí siga, at í okkara bólki eru nr. 1, 2 og 5 í heiminum. Hini londini í bólkinum eru Skotland, Georgia og Litava.
Ikki kann tí sigast annað enn, at Føroyar eru í einum sonnum dynamittbólki til komandi EM-undankapping. Vit skulu í eldin fyrstu ferð 16. august á heimavølli móti Georgia. 2. september møta vit Skotlandi á útivølli. 7. oktober spæla vit heimadyst móti litavum. 11. oktober skulu vit til Fraklands at spæla ímóti møguligu heimsmeistarunum.
Hinir dystirnir eru í 2007. Móti Ukraina á heimavølli 24. mars, móti Georgia á útivølli 28. mars, móti Italia á heimavølli 2. juni, móti Skotlandi á heimavølli 6. juni, móti Litava á útivølli 12. september, móti Fraklandi á heimavølli 13. oktober, móti Ukraina á útivølli 17. oktober og móti Italia á útivølli 21. november.
Tað er greitt, at hepni okkara at koma í slíkan bólk gevur nógvar avbjóðingar og møguleikar. Tað setir eisini krøv. Fokus fer at verða sett á okkara lítlu tjóð bæði í fótbóltshøpi og í øðrum samanhangi. Neyvan nakrantíð áður í søguni hava vit sum tjóð møguligan at gerast so sjónlig sum nú.