Í dag verður spurnarorðaskifti í Fólkatinginum um Føroyar.
Allir flokkar á Fólkatingi uttan danski Fólkaflokkurin og Eindarlistin hava sett danska forsætisráðharranum skrivligan fyrispurning um støðuna til sjálvstýrissamtyktina.
Í fyrispurninginum verður Nyrup spurdur, hvat stjórnin kann siga um samráðingarnar millum stjórnina og landsstýrið om ynski landsstýrissins viðvíkjandi framtíðar sambandinum við Danmark.
Spurnarorðaskiftið skal í morgin enda við eini samtykt, har Fólkatingið sigur sína meining um ætlanina hjá landsstýrinum og framtíðarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark yvirhøvur.
Endamálið við orðaskiftinum er nevniliga at gera støðuna hjá Fólkatinginum og stjórnini greiða, so landsstýrið kennir støðuna. Tí verður tað hesin fundurin, ið verður grundarlagið undir víðari samskiftinum millum Føroyar og Danmark, hvat sjálvstýri viðvíkur.
Vantandi verður tað ein breiður meiriluti, ið samtykkir linjuna hjá donsku stjórnini mótvegis Føroyum í framtíðini.