Ovnýstludagurin fyri heimin var í gjár – tann dagurin, tá ið fólki hevur brúkt meira náttúruevni, enn jørðin megnar at framleiða eftir einum ári.
Les eisini: Jørðin nátt markinum
Í samgonguskjalinum staðfestir samgongan, tey ynskja at fylgja politiskari semju og altjóða tilmælum um veðurlagsbroytingar.
Í 2009 fekk táverandi Innlendismálaráðharrin, Annika Olsen, handað álit um veðurlagspolitikk fyri Føroyar, har høvuðsendamálið var at finna eina gongda leið fyri, hvussu útlátið í Føroyum kundi tálmast. Málið var, at í 2020 skuldi samlaða CO2 útlátið í Føroyum vera 20 prosent lægri enn tað var í 2005. Hóast útlátið er minkað nakað, hevur gingist illa at røkka málinum.
Sambært tølum úr Umhvørvisstovuni, er samlaða vakstrarhúsgassið fyri Føroyar nú størri enn tað var í 2005, harav fiskiskip eiga lutin í einum triðingi av øllum útlátinum. Einasti glottin hevur seinnu árini verið innan elorkuøki, har nógv orka hevur verið grøn. Tó var 2016 eitt óvanliga turt ár, og tískil nýtti SEV 25 prosent meira til av olju enn í 2015 at framleiða streym.










