Fróðskaparsetur Føroya er partur av norðurlendska granskingarkervinum, og Málførisgransking (dialektgransking) í norðurlondum hevur verið umrødd tvær ferðir í seinastuni Nordic research gems er heitið á bóklingi, sum greiðir frá góðum søgum innan granskingina í norðurlondum.
Felags fyri tær verkætlanirnar, ið ljós verður varpað á er, at teir eru partar av NORIA, the Nordic Research and Innovation Area, sum er partur av NordForsk.
Í bóklinginum verður víst á fleiri ymiskar áhugaverdar søgur innan norðurlendska gransking. Eitt nú verður skrivað um ávirkanina av strongd á graviditet; um hvussu tøl tala; um hvussu miðlar broyta religión og eisini um granskingarsamstarv innan málførisgransking.
Málførisgranskingin við føroyskari luttøku verður eisini umrødd í nýggjasta blaðnum frá NordForsk, NordForsk-magasin.
Bóklingurin Nordic research gems og blaðið frá NordForsk kunnu takast niður á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, www.gransking.fo