Føroyar Bjór verður høvuðsstuðul hjá HB

Samstarvsavtalan prógvar, at gamla aggið millum Havnina og Klaksvíkina, hoyrir meira skemtinum til, segði Birgir Enghamar á tíðindafundinum, tá samstarvsavtalan millum Føroya Bjór og HB var undirskrivað týsdagin

Sum væntað skrivaðu bryggjaríð í Klaksvík, Føroya Bjór, og HB undir samstarvsavtalu seinnapartin týsdagin. Avtalan inniber, at Føroya Bjór gert høvuðsstuðul hjá 1.liði hjá HB komandi tvey árini.

Á tíðindafundinum fegnaðist formaðurin í HB, Birgir Enghamar, um, at avtalan var komin undir land. - Vit er sera takksom og glað í HB fyri nýggja høvuðsstuðulin hjá felagnum, segði formaðurin á tíðindafundinum.

Birgir Enghamar legði afturat, at samstarvsavtalan var prógv um, at gamla aggið millum Havnina og Klaksvík hoyrdi meira skemtinum til, enn álvara. Birgir Enghamar lovaði Føroya Bjór, at felagið fór at gera alt fyri at marknaðarføra fyritøkuni so væl sum gjørligt komandi tvey árini.

Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, fegnaðist eisini um samstarvsavtaluna. Hann segði, at Føroya Bjór og HB altíð hava havt gott samstarv, og vónaði at tað framhaldandi fór at vera so í framtíðini.

- Vit hava stuðlað HB í nøkur ár, og tá møguleikin nú var fyri at gerast høvuðsstuðul, valdu vit at taka av. Vit meta avtaluna vera ein góðan møguleika fyri Føroya Bjór, segði Einar Waag í viðmerking á tíðindafundinum.

Fleiri stuðlar
HB fer í ár at hava fleiri stuðlar til 1.lið felagsins. Felagið hevur farnu árini bert havt Føroya Banka sum sjónligan stuðul á troyggju og brókum. Umframt Føroya Bjór á troygguni, vera smærri lýsingar við Eimskip, Shell og Føroya Banka og Puma at síggja á troyggju og brókum hjá 1.liði hjá HB í ár.