Í sambandi við Stokkseyra festivalin við føroyskum tema, sum er hetta vikuskiftið, høvdu íslendsku vertirnir skipað fyri fótbóltsdysti millum tónleikararnar. Føroyingarnir fingu stillað við sjey leikarum, og so hildu vertirnir seg ógvuliga sportsliga eisini til sjey leikarar.
Tað heilt serliga við hesum landsdystinum var, at leikt var við tveimum bóltum, og tá flestu leikarar vanliga hava nóg mikið við at konsentrera seg um ein, var forvirringin hareftir.
Íslendingar løgdu hart út og vóru skjótt odda eini 5-1. Men so kom føroyska liðið fyri seg, og móti endanum av hálvleikinum ? sum vardi 10 minuttir ? eydnaðist føroyingum at skora tvær ferðir í senn, so hálvleiksstøðan gjørdist 8-7 til íslendingar.
Í øðrum hálvleiki fekk pípan tó annað ljóð, og føroyingarnir fuku avstað til eina hylliga leiðslu upp á 15-9. Men so komu íslendingar afturí aftur, og tá dysturin varð bríkslaður av var úrslitið 17-15 til føroyingar.
Serliga Jens Marni Hansen vísti, at hann kann annað enn at handfara ein gittara, og saman við Terja Rasmussen gjørdist hann toppskorari fyri føroyingar.
Á føroyska liðnum leiktu umframt Jens Marna og Terja eisini Hilmar Joensen, Pauli Magnussen, Kristian Blak, Kristian Hansen, Leo Poulsen, Nina Hansen (kona Jens Marna) og Malan Hansen (kona Kristian).
Nakað varð skift út á vegnum, so tað endaði við, at føroyingar høvdu tilsamans 9 leikarar, meðan íslendingar høvdu einar 15.










