Føroyar afturúrsiglt manssamfelag - ella eitt valdømi?

Bergtóra Hanusardóttir

 

 

 

Ymisk sjónarmið hava verið frammi í orðaskiftinum, nú Føroyar sum eitt valdømi er komið so álvarsliga á breddan, at tað ikki longur bara kann skúgvast til viks.

Summi gleðast um møguleikan fyri einum komandi frílyntari og samstarvshugaðum fólki í Føroyum, meðan onnur eru farin at skjóta við skørpum og siga, at eingin broyting kann væntast til tað betra, heldur ikki viðvíkjandi kvinnuligari umboðan á tingi, meðan onnur rógva upp undir, at skipanin við lokalpatriotismuni átti at verðið styrkt heldur enn linkað.

 

Henda nýggja royndin at gera Føroyar til eitt valdømi hevur glett meg almikið, ikki minst kvinnunar vegna. Eftir míni uppfatan kann hetta lógaruppskotið samanberast við javnstøðulógina, tá ið hon í 1994 endiliga og eftir mikið stríð í langsamiliga tíð var samtykt á tingi. Tí eins og javnstøðulógin gav okkum møguleika at lúka mismun vegna kyn burtur úr samfelagnum, so er eitt valdømi (ella 2-3 stór) fortreytin fyri, at kvinnur kunnu vinna sær betri umboðan og eftir rímiliga stuttari tíð eisini javnstøðu á tí politiska pallinum.

Aðrir møguleikar eru, eitt nú at stillað verður upp í nummarrøð og at ivamál um kvinnulistar inni í flokkum verða beind av vegnum, men eitt valdømi er tað amboðið, sum eftir mínari meining virðiligast kann fáa hesa broytingina í lag.

Kvotaskipanir vilja fólk flest ikki hoyra talan um, og við Útoyggjafelagnum so væl áleiðis í arbeiðnum at savna tann veruliga misrøkta útjaðaran meti eg, at eisini tey kunnu fáa nyttu burtur úr einum felags valdømi, serliga tá ið hugsað verður um, at tann kommunali myndugleikin longu er munandi styrktur og ætlandi verður enn meiri sjálvstøðugur ta komandi tíðina.

Gaman í verða Føroyar hvørki bygdar ella broyttar eftir einum valskeiði, men eitt valdømi hevur tann fyrimunin fram um verandi skipan, at kvinnulig valevni í vanligari kapping umsíðir fáa møguleika at vinna sær ta umboðan, sum atkvøðurnar tey seinastu mongu árini hava ynskt teimum.

 

Sum stabbatilfarið niðanfyri vísir, so hevur tað avgerandi týdning fyri kvinnuumboðanina í øllum sløgum av demokratiskt stýrdum londum,

at valskipanin er av tí lutfalsliga slagnum,

at fleiri umboð vera vald fyri hvønn flokk í hvørjum valdømi sær, og tí eisini

at valdømini í Føroyum verða so stór sum gjørligt.

 

Í gáloysni ella tilvitað, í øllum førum er skipað soleiðis fyri, at tann patriarkalski samfelagsbygnaðurin í Føroyum er umskapaður til eitt nútíðar manssamfelag, og tað er hesin arvur sum ger, at forðingin í verandi valskipan er so óyvirkomilig hjá kvinnum. Men hví ikki broyta hesa lemjandi skipan og harvið lata hugburðsbroytingina koma til sín rætt á tingi eins og hon so smátt er farin at gera aðra staðni í samfelagnum?

Hjá mongum eru Føroyar helst lítið øðrvísi enn útoyggjar í mun til eitt nú Keypmannahavn, og tað ber rímiliga væl til at pakka kuffertini og flúgva av stað hiðani, eitt sum eisini tann ítøkiligi kvinnumangulin ber boð um.

Hvussu hevði tað verið at gjørt okkum tað liviligari her, sum vit hoyra til og helst vilja búgva? At farið eitt sindur betur við bæði kvinnum, útjaðara og teimum, sum annars eru forsømd í øllum sementrokinum og peninga- og tilfeingisspekulatiónini hesi seinastu nógvu árini?

Vit fáa ikki gjørt alt í senn, men vit sleppa ikki undan, at her - í útoyggjalandinum Føroyum - hevur hvørt menniskja og hvør krókur avgerandi týdning fyri heildina, og tað mugu fólk eisini merkja, skulu tey trívast og velja at búsetast her, verði tað seg í bygd ella bý.

 

Við at lesa hesar gomlu men framvegis aktuellu stabbamyndirnar sæst, at tað er ikki einki í hesum, sum ført er fram. Tær útlendsku talvurnar stava frá eini drúgvari grein hjá Wilmu Rule, professara í stjórnmálafrøði við Universitetið í Nevada: Twenty-three Democracies and Women´s Parlamentary Representation frá 1984, og tølini aftan fyri tær heimligaru talvurnar síggjast á heimasíðuni hjá Kvinnufelagnum, HYPERLINK "http://www.kvinnufelag.fo" www.kvinnufelag.fo , Kvinnutíðindi 1989.

 

1. mynd

SHAPE * MERGEFORMAT

 

Umframt sjálvar valskipanirnar og kvinnuumboðanina á tingi í hesum 23 londunum, sum øll vóru demokratiskt skipað, kannaði Wilma Rule ymsar faktorar, sum hon helt kundu gjørt mun viðvíkjandi kvinnuligum valbæri, eitt nú:

hvussu nógvar kvinnur vóru fíggjarliga aktivar

hvussu nógvar høvdu hægri útbúgvingar

hvussu nógvir katolikkar vóru

hvussu nógvir høgravendir politikkarar

og hvussu stórt arbeiðsloysi var í teimum einstøku londunum

 

Av øllum faktorunum vóru tað einans valskipanirnar, ið gjørdu veruligan mun, og tað vísti seg, at tær lutfalsligu valskipanirnar við fleiri tinglimum valdum í hvørjum valdømi sær høvdu størri umboðan av kvinnum enn tær ikki-lutfalsligu, har bara ein limur verður valdur í hvørjum valdømi.

 

2. mynd

SHAPE * MERGEFORMAT

 

Hesi 14 londini av teimum 23 høvdu lutfalsliga valskipan. Av teimum vóru Norðurlond best fyri og síðani tey sunnaru londini í Europa.

 

3. mynd

 

SHAPE * MERGEFORMAT

 

Í tí niðasta endanum lógu stór og framkomin lond sum Frakland, Kanada, USA, Stóra Bretland og Australia, ið øll brúktu ikki-lutfalsliga umboðan og høvdu millum onga og heilt fáar kvinnur í sínum lóggávutingum.

Men hví var skilið so út av lagi ringt hjá teimum, har kvinnurørslan annars var bæði gomul og sterk? Hví líktust tey Føroyum, og hví líktust Føroyar og Ísland ikki hinum norðurlondunum?

Rímiligt svar fáa vit við at hyggja nærri at prosentpartinum hjá teimum norðurlendsku tingkvinnunum tey árini og síðani okkara egnu.

 

4. mynd

SHAPE * MERGEFORMAT

 

Frá 1982-84 høvdu nøkur lóggávuting ment seg, tó serliga í Íslandi, sum nú hevði fingið sín Kvennalista til altingsvalið og harvið eina kvinnuumboðan, ið var farin frá 5 heilt upp í 15 %, meðan Føroyar stóðu í stað aftan fyri bæði Grønland og Áland.

 

5. mynd

SHAPE * MERGEFORMAT

 

Í kommunustýrunum er Áland tó á hædd við hini skandinavisku londini, og Grønland sæst fylgjast framá saman við Íslandi, meðan Føroyar enn eru aftast og sum blástar fyri kvinnur.

 

6. mynd

EMBED PowerPoint.Slide.8

 

Hyggja vit at umstøðunum í Føroyum í árunum 1974-88, so stilla støðugt fleiri kvinnur upp til løgtingsvalini. Atkvøðurnar samsvara tó ikki við uppstillingina, og tað sum verri er, kvinnurnar verða heldur ikki valdar sambært sínum egnu atkvøðum.

Fylgja vit niðurstøðuni hjá Wilmu Rule og teirri vitan, vit hava um tað føroyska manssamfelagið, so er tað bara í Suðurstreymoyar og Norðuroya valdømi við hvør sínum stórplássi og fleiri valevnum enn stórum bygdum at teir stóru flokkarnir hava møguleika at fáa meiri enn eitt fólk valt – og harvið eina kvinnu -, meðan øll hini valdømini hava umleið líka nógvar javnstórar bygdir sum tað eru fólk á listunum, og tískil eisini kunnu hugsast at hava nógv minni hug at lata kvinnum pláss ella møguleika burtur av.

 

7. mynd

SHAPE * MERGEFORMAT

 

Talvurnar frá býráðsvalunum í Havn í tíðini 1968-88 vísa, at har var støðan einki mætari, hóast tað longu í 1956 hevði eydnast Kvinnufelagnum at fáa eitt umboð valt á einum kvinnulista, og at felagið síðani, sum henda myndin vísir, royndi tað sama aftur bæði í 1980 og 1984 uttan tó at fáa pláss í býráðnum, men kortini við tí ávirkan, sum hóttanin frá enn einum kvinnulista í 1988 tykist hava havt á flokkarnar.

 

8. mynd

 

SHAPE * MERGEFORMAT

 

Aftan á tað minniligu ferðina hjá føroyskum kvinnum við Smyrli yviri í Oslo á tí norðurlendsku kvinnuráðstevnuni Nordisk Forum 88 vóru kvinnulistar til bygdaráðsvalini um alt landi tað heystið. Hetta vísir greitt, at tað hvørki trýtur samfelagssinni ella vilji hjá kvinnum, tá ið tað snýr seg um at taka við ábyrgd og ávirkan í samfelagnum, og at forðingin er av øðrum slag.

 

9. mynd

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Í tí samlaðu bygdaráðsmyndini fyltu kvinnurnar kortini lítið, og høvdu eingir kvinnulistar verið, so høvdu kvinnurnar í Eysturoynni, Norðurstreymoy, Vágum og Suðuroynni verið líka so ósjónligar sum í Norðuroyggjum og Sandoynni, meðan kvinnuumboðanin í Suðurstreymoy, har eingin kvinnulisti var ta ferðina, als ikki hevði ment seg í mun til restina av landinum síðani seinasta val.

 

Samanumtikið kann sigast, at meðan heimurin annars í stóran mun er farin at royna valskipanir, sum tryggja kvinnum javnbjóðis umboðan, so halda vit framvegis fast við eina valskipan, sum heldur helminginum av okkara fólki burtur frá valdi og ávirkan.

Í grein síni staðfestir Wilma Rule, at kvinnur í londum við lutfalsligum valskipanum væntandi kunnu stríða seg til javnstøðu á tingi innan fyri rímiliga tíð, kanska eitt ættarlið, meðan kvinnur í londum við ikki-lutfalsligum valskipanum ikki kunnu vænta munandi broytingar uttan stríð og strev í kanska hundrað ár afturat!

Og tað er júst tað vit síggja í Føroyum. Alt vanligt arbeiði at upplýsa, tosa, gera plakatir, kempa og skriva hevur mest havt smávegis framburð við sær, og heldur ikki tey óvanligaru tiltøkini, so sum kvinnulistar og aðrar snildir hava higartil muna eftir ætl, hóast tað týðiliga sæst, hvussu effektivur ein kvinnuflokkur kundi verið, í fyrsta umfari sum jarnbrot, júst so sum føroyskar kvinnur í Keypmannahavn á sinni gjørdu fyri at sleppa upp í Føroyingafelag tann tíð tað var – í øðrum lagi at fingið staðfest tað, sum kvinnur høvdu raðfest, sluppu tær sjálvar at standa við róðrið.

Tann demokratiska skipanin í Føroyum virkar ikki nóg væl. Valskipanin hóskar ikki til okkara búsetingarmynstur, okkara smáu eindir og okkara patriarkalsku mentan, og hon er stutt sagt ein kleppur aftrat um beinini á okkum.

 

Um støðuna hesi seinastu árini kann sigast,

 

at í Norðurlondum er Svøríki tað landi, sum fyrst hevur rokkið málinum at fáa javnstøðu á tingi, men at Rwanda í 2003 við síni valskipan yvirhálaði Svøríki og nú er heimsins fremsta land á tí økinum,

at lutfalsligu londini longur suðuri í Evropa nú stríðast við at fáa kvinnuumboðanina tað avgerandi stigið upp á tey 36 prosentini, tær kalla Glastakið og helst uppum eisini, um tingkvinnur veruliga skulu vera hoyrdar og kunna seta sær sjónlig spor i tann førda politikkin,

at tey stóru londini við einmans valdømum framvegis liggja og stríðast við tøl sum líkjast okkara, Frakland og Bretland niðast, USA, Avstralia og Kanada nakað betri fyri,

at fátøk lond sum Bolivia, Mauritania, Palestina og fleiri afrikansk lond við kvotaskipanum eins og Rwanda hava fleirfaldað kvinnuumboðanina eftir stuttari tíð,

og at Grønland eftir tvey val við einum valdømi liggur beint í hølunum á Svøríki.

 

Lukkast tað ikki at gera Føroyar til eitt valdømi nú ella at broyta lógina, so uppstillingin kann taka sær av hesari naggatódnini, so er spurningurin um ikki orkan hjá teimum sum stríðast fyri javnstøðu á tí politiska pallinum var betri brúkt til ein Kvinnuflokk.

Hesa ferð hava vit Demokratia, sum stríðist fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Hugburðsbroyting skal til. Livst so spyrst.