-Eg eri sera fegin um, at Geysir saman við Atlantic Petroleum hava fingið tvey loyvi í 2. útbjóðingini. Fyri meg persónliga hevur hetta eisini nakað serligt at siga, nú hetta eru fyrstu loyvini eg havi verið við í , hóast eg havi arbeitt við føroyska økinum í mong mong ár. Hetta sigur Terji Hagevang, stjóri í Geysir, sum longu tíðliga í 90-unum var við í Saga Petroleum, sum tá royndi at fáa leitiloyvi á landgrunninum men sum seinni varð uppkeypt av øðrum feløgum. Terji Hagevang vísir á, at í byrjanini av oljutilgongdini í Føroyum knýttu Atlants Kolvetni og Saga samstarv. Men tá Saga varð uppkeypt, fór føroyska felagið í samstarv við m.a. Amerada Hess í 1. útbjóðing, hvat Hagevang heldur var sera skilagott. ?Tað er hugaligt at vita sær, at vit hava havt so tætt samstarv frá byrjan av og nú aftur kunnu fara inn í eitt samstarv, hesaferð gjøgnum felagið Geysir.
Terji Hagevang sær tað annars ikki sum nakran trupulleika, at Geysir og Atlants Kolvetni ikki eru saman við nøkrum stórum feløgum í 2. útbjóðing. Tað er heilt vanligt aðrastaðni eisini, tá leitiøki verða boðin út, at smærri feløg taka seg saman um leitiloyvi. Hetta er ein heilt náttúrligur útviklingur. Tað er bara í Noregi, at tey stóru feløgini eru so nógv við. Terji Hagevang sær tað heldur ikki sum nakran trupulleika, tá talan er um kapital. Tað er nevniliga nokk til av kapitali í heiminum. Hevur tú góðar verkætlanir, so ber eisini til at fáa kapital. Bæði Geysir og Atlants Kolvetni hava havt eydnuna við sær, nú tey hava verið úti eftir meiri kapitali. Tað er oftani, tá tú manglar kompetansu, hugskot og kreativitet, at tað verður ein trupulleiki. Men tann trupulleikan haldi eg ikki vit sum smá feløg hava, kanska heldur tvørturímóti.
Stjórin í Geysir vísir á, at frá eini støðu við kapping um bestu loyvini so kemur nú ein tíð, har samstarv stendur ovast. ?Øll feløgini, sum eru virkin á landgrunninum, bæði tey frá 1. og 2. rundu mugu nú royna at fáa eitt samstarv í lag, loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri at kunna røkka endamálinum, ið er at finna olju og gass í føroysku undirgrundini. Kannað eigur at verða um tað ikki ber til at fremja kreativar loysnir, sum kunnu spara øllum feløgunum pening og orku. Eitt slíkt samstarv kundi m.a. snúð seg um at savna inn seismiskar upplýsingar í felag og sum kundu økt møguleikan at finna olju í økinum sum heild.
Uppá fyrispurning um møguligt er hjá øðrum feløgum at fara upp í loyvini hjá eitt nú Geysir og Atlants Kolvetni seinni sigur Terje Hagevang, at hetta er heilt vanligt, tá loyvi eru latin. Uppgávan er nú at gera kanningar á loyvunum og skuldi tað víst seg, at onnur feløg eru hugað fyri at koma uppí hetta arbeiði, so verður sjálvandi tosað við tey um tað. Tað er altíð gott at spjaða ein váða.
Terji Hagevang ivast annars ikki í, at 2. útbjóðingin fer heilt givið at seta Føroyar á aftur altjóða oljukortið. Tað er alt ov tíðliga at vera svartskygdur og í 2. rundu eru eisini fleiri sera spennandi og góðir strukturar í undirgrundini.