Føroyar 37 pláss fram

FIFA: Landsliðið hevur tangerað gamalt met

FIFA styrkilistin er í dag kunngjørdur. Føroyar eru nummar 74, sum er ein tangering av metinum hjá føroyska landsliðnum á FIFA styrkilistanum. Føroyar eru farnar 37 pláss fram.

 

Stig móti Ungarn og ein sigur á Lettlandi hevur flutt føroyska fótbóltslandsliðið framum eitt nú Norra á FIFA styrkilistanum. Eisini eru vit frammanfyri Finnlandi.

 

Ísland er farið seks pláss fram og er nummar 21. Tað er nýtt met fyri grannar okkara. Danmark er nummar 50. Størsta lopið gjørdi Montenegro, sum hoppaði 49 pláss fram á listanum, meðan Kýpros datt heili 52 pláss aftur á listanum.

 

Argentina er fremst á listanum, frammanfyri Týsklandi og Brasil.