Sum fyrsta fyritøka í Føroyum hevur Føroyaprent fingið svanamerkjagóðkenning fyri at hava eina framleiðslu, sum er millum tær minst umhvørvistyngjandi Umboð fyri Norðurlendsku Umhvørvismerkingina handar í morgin prógv um, at Føroyaprent livir upp til umhvørviskrøvini í Svanamerkjaskipanini.
Svanamerkið er eitt prógv um, at fyritøkan livir upp til umhvørviskrøv, sum gera, at framleiðslan í allari fyritøkuni er ímillum tær minst umhvørvistyngjandi. Krøvini umfata í fyrsta umfari arbeiðsgongd, innkeyp, pappír og tey kemisku evnini, sum prentsmiðjan nýtir, skrivar Føroyaprent í tíðindaskrivi.
Í prakstis merkir hetta, at fyritøkan hevur fingið loyvi at prenta norðurlendska umhvørvismerkið á teir prentlutir, sum prentsmiðjan framleiðir.
Umhvørvisgóðkenningin verður hátíðarhildin á Føroyaprent hósdagin klokkan 15.