Talv
Tá havnarmaðurin Martin Poulsen vann føroyameistaraskapin fyri fyrstu ferð í 2003, sum 19 ára gamalur, var hann ein av okkara yngstu føroyameistarum. Bert Jens Kristian Hansen (FM 1979) og Hans Kristian Simonsen (FM 2002) vóru yngri meistarar.
Tað hava verið serstakir telvarar, ið hava dominerað nøkur tíðarskeið seinastu 30 árini: Luitjen Apol vann FM í 1974, 1975 og 1976. Jens Kristian Hansen vann í 1979, 1981 og 1982. Heini Olsen gjørdi ikki mætari enn at vinna FM 1989, 91, 92 og 1993.
Vit kunnu nú siga, at Martin hevur verið talvkongurin í nøkur ár. Hann vann FM 2003, endurvann heitið í 2004, tapti tepran finaluumdyst í 2005 og vann nú aftur FM í 2006. Tað undrar tí helst onkran, at Martin enn ikki hevur ognað sær nakran IM-norm. Men teir mugu fara at koma skjótt.
Heini og Martin
Klaksvíkingurin Heini Olsen varð tann, ið gav Martini harðastu kapping. Heini telvaði væl, hóast hann læt onkran sigur gleppa millum fingrarnar. Finnbjørn Vang og føroyameistarin frá 2005 Carl Eli Nolsøe Samuelsen hingu eisini leingi í oddinum, men vórðu teir ikki eins drúgvir sum Heini at bjóða Martini av.
Í 7. umfari hevði Heina leingi góða støðu í lyklatalvinum ímóti Martini. Men Martin hevur eginleika sum fáur at finna sterkar verjuleikir. Tá støðan tyktist jøvn í endatalvinum, var Heini offur fyri sokallað talvblindni. Heini var nevnliga sannførdur um, at hansara finna á f4 var vard, men so var ikki. Martin tók einfalt finnuna við deyðligum skáki og tríggjar leikir seinni varð Heini skák og mátaður. Ótrúliga óvæntað vend í talvinum. Slíkt kann henda fyri tann besta, tá ein hevur sitið í drúgvum talvi í fleiri tímar.
Martin kundi nú leika tvey tey seinastu talvini remis fyri at verða FM. Hann var nevnliga hálvtannað stig fremstur innan seinastu umførini. Rani Nolsøe og Sjúrður Thorsteinsson tóku av remistilboðum Martins. 7 stig og eitt sera uppiborið triðja FM-heitið.
Heini varð nr. 2 við 6 stigum og Finnbjørn Vang fekk eitt heldur óvæntað og flott 3. pláss við 5,5 stigum. Finnbjørn telvar mangan rættiliga álopskent, og kanska sindur kaotiskt, ið kann órógva balansuna hjá mótstøðumanninum. Effektivur telvari.
Carl Eli fekk eitt skuffandi 4. pláss við 5 stigum, meðan Torkil Nielsen, Rani Nolsøe og Hans Kristian Simonsen allir fingu 4 stig. 4 stig er so dánt hjá Rana og Torkili, men fyri Hans Kristian er úrtøkan heldur katastrofal. Góði endaspurturin hjá kollfirðinginum við tveimum sigrum prýddi av álvara um úrslitið hjá honum.
Sjúrður Thorsteinsson fekk 3,5 stig og 8. pláss, meðan Eyðálvur Johannesen og Haldur Suni Johansen deildu 9-10. plássið við 3 stigum.
Nielsen úr Sandavági
Synirnir hjá Torkili Nielsen hava seinastu árini gjørt um seg í føroyskari ungdómstelving. 8 ára gamli Høgni E. Nielsen fekk 5 stig og deilt 6. pláss í Klaksvík. Enn betur gekst eldra beiggjanum, Rógva E. Nielsen, ið eftir umdyst móti Hjalta T. Jógvansson, varð unglingaføroyameistari. Fimta umtalvið avgjørdið FM-heitið hjá unglingunum. Spennandi var at fylgja umdystinum. Hjalti legði best út, men Rógvi svaraði hvørja ferð aftur og vann loksins seinasta snartalvið.
Rógvi og Hjalti, báðir 13 ár, fingu 8 stig í kappingini. Ratingfavoritturin Margar Berg fekk 3. plássið við 6,5 stigum.
Unglingaføroyameistarin frá í fjør, Rógvi Dragaberg, vann almenna bólkin. Hann fekk 7 stig. Honum næstir komu tríggir telvarar á 2. plássi: Jógvan Joensen, Gutti Petersen og Esbern Christiansen við 6 stigum.
Helgi í EM
Normjagstrarin Helgi Dam Ziska, hevði eina slaka kapping, tá hann herfyri telvaði við í Evropameistaraskapinum. Hann fekk 4 stig av 11 møguligum í hørðu kappingini ið taldi eini 80 stórmeistarar. Kozul Zdenko (2606) vann EM við 8,5 stigum og favoritturin Vassily Ivanchuk (2731) varð nr. 2 við 8 stigum.
Helgi telvaði móti fleiri stórmeistarum og altjóða meistarum. Miðalmótstøða hansara var 2337. Helgi missir nakað av rating, men fer ivaleyst eina roynd ríkari víðari til næstu avbjóðing. Helgi hevur longu ognað sær tveir normar og jagstrar tann triðja og 2400 ratingstig.