Føroyameistararnir vístu klassa

VÍF vísti, at tær hava uppiborið føroyameistaraheitið í ár, tá teimum eydnaðist at vinna sannførandi á Neistanum í høllini á Hálsi sunnudagin

 

VÍF vísti, at tær hava uppiborið føroyameistaraheitið í ár, tá teimum eydnaðist at vinna sannførandi á Neistanum í høllini á Hálsi sunnudagin


Hondbóltur

Stefan í Skorini


Eingin ivi var, um hvørt av liðunum var Føroya besta, tá Neistin og VÍF møttust í Havn. VÍF sýntist ikki at hava stórvegis trupulleikar at basa neistakvinnum og vísti tað spæl, sum hevur vunnið teimum meistaraheitið.

Leiklutirnir hjá hesum báðum feløgum er broyttur nógv tey seinastu árini innan kvinnuhondbólt. Vanliga hevur tað verið Neistin, sum hevur verið einaráðandi innan kvinnuhondbólt, men nú eru leiklutirnir býttir um. VÍF hevur hinvegin tað sterkasta kvinnuliðið í Føroyum í dag.

Neistin legði hart út

Tað var annars Neistin, sum fekk ta betru byrjanina, og ein fekk ta fatan, at Neistin kanska fór at gera bart í hesum dystinum.

Heimaliðið kom framum 3-1, men síðani tók VíF ræðið á dystinum, og føroyameistararnir hugdu ongantíð aftur um bak eftir henda fyrsta hvøkkin. Tá komið varð til hálvleiks, hevði VÍF eina leiðslu á sjey mál.

Ein tann besti spælarin í føroysku deildini er Ioana Rapa. Hon var eisini tann størsta hóttanin móti neistamálinum, og Neistin royndi at basa hesi hóttan við at seta ein leikara til at ansa eftir Ioanu.

Hetta oyðilegði ikki rútmuna hjá vestmenningum, sum bara hildu fram við at trumla seg ígjøgnum neistaverjuna, og Ioana Rapa fekk eisini fleiri mál í seinna hálvleiki, meðan hon varð mansvard.

Nógv mistøk

Dysturin varð eisini merktur av, at leikararnir gjørdu nógv sera býtt mistøk, og onkuntíð gekk bólturin bara aftur og fram millum liðini, uttan at nakað álop varð sett í verk. Hetta gjørdi seg serliga galdandi móti endanum av dystinum, tá spælararnir kanska høvdu sligið seg til táls við, at VÍF fór at vinna dystin.

Katrin á Neystabø fekk tað reyða kortið, tá níggju minuttir vóru eftir fyri at taka í armin á mótspælara í fríðari støðu móti málinum. Hetta var kanska gjørt í frustratión yvir vantandi eydnuna hjá Neistanum.

Neistin hevur tó enn bronsuna at spæla um, men VB er nú fýra stig frammanfyri havnakvinnurnar. Neistin hevur nú tríggjar dystir eftir at spæla, meðan VB hevur tveir.

VÍF hevur ognað sær føroyameistaraheitið, og tað er eisini uppiborið, tí vestmannakvinnur hava heilt einfalt verið ein flokk omanfyri hini liðini. Tað vísir stigatalvan eisini, nú bara tveir dystir eru eftir at spæla.

Stór frøi var eisini á spælarunum eftir dystin. Fleiri fólk vóru komin úr Vestmanna at síggja liðið í dysti, og tey fóru ikki vónbrotin heimaftur.

Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Neistin: Katrin á Neystabø 5, Annika Thomsen 4, Bjørg Patursson 2, Súna Mørk 2, Susan Brockie 1, Birita Wardum 1

VÍF: Ioana Rapa 7, Fríða Marjunardóttir 6, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Sóleyð Mikkelsen 4, Jacklin Durhuus, Alis Høghamar 2

Brotskøst: Neistin 3, VÍF 7

Útvísingar: Neistin 1, VÍF 2

Reyð kort: Neistin 1

Dómarar: Geir Wardum og Carsten Andersen