Føroyameistararnir vóru omaná í stórsteypadystinum

Føroyameistararnir hjá EB/Streymi vunnu á steypavinnarunum hjá Víkingi í stórsteypadystinum á ovara vølli í Gundadali í dag.

 

Dysturin endaði 1-0 til EB/Streym. Málið fall stutt undan steðginum, og var tað Niels Pauli B. Danielsen, sum skoraði sigursmálið.

 

Undir greinini ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði, tá Hilmar Jan Hansen segði frá málinum. Ì ljóðbrotinum er eisini ein samrøða, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi við Niels Paula B. Danielsen.