Gentur og dreingir tóku leygardagin kappróðrarbátin Smyril út úr Stóra Pakkhúsi í Vági og á ein vogn. Síðani trillaðu tey bátin og annað leysafæ, t.d. steyp, yvir í gamla neystið, ið er hinumegin fjørðin.
Heri Mortensen, formaður í Vágs Kappróðrarfelag, sigur, at hóast felagið er eitt av seks feløgum í Pakkhúsinum, so hevur samstarvið ikki verið av tí besta millum felag og nevnd.
- Tað hevur alla tíðina gingið sera illa við samstarvinum. Tað er leigusáttmálin og treytir, sum vit verða løgd undir ikki at fylgja og halda. Tá so nógv eru undir sama takið, so eru altíð løtur, har ósemja er, men um vit hava breitt okkum ov nógv veit eg ikki. Vit hava brúkt húsið og hava fostrað eitt umhvørvið og ein føroyameistara í góðu umstøðunum í Pakkhúsinum og við Garðabrúgv. Men nú tíma vit ikki meira og taka avleiðingarnar og fara út og aftur í gamla neystið, hóast tað ikki eru umstøður at bjóða kappróðrarfólki í dag, tí talan er bera um eitt neyst og einki meira, sigur Heru Mortensen.
- Nú verður kanska eitt møguligt eftirspæl, tí vit eru partur av húsinum og eru eitt av seks feløgum, ið hava verið í húsinum og hava eisini lagt rygg til, sigur Heri Mortensen.
Sum skilst eru orsøkirnar ósemjur, ið standast av sáttmálanum og treytir, ið eru við. Hvørt kappróðrarfólk ikki hava tikið upp eftir sær og um ymsar ábøtur eru gjørdar ella ikki gjørdar, sum hava verið álagdar kappróðrarfólkinum sum partur av leigusáttmálanum.
Leigu sáttmálin var frá oktober 2002 og gongur út í oktober í ár.
Heri Mortensen vil ikki vísa aftur, at kappróðrarfólkini hava sæst aftur í húsinum, men at hetta hevur verið ein trupulleiki, dugur hann ikki at skilja.
- Nú tíma vit ikki meira og taka avleiðingarnar og fara, sigur Heri Mortensen, sum tó ikki hevur stásiligar umstøður at bjóða føroyameistarunum.










