Føroyameistararnir fuku avstað

Eftir gylta kappingarárið í fjør tykjast KÍ-kvinnurnar aftur í ár at vera sera væl fyri

 


Fyri góðari viku síðani varð lagt til brots við fótbóltinum í bestu heimligu kvinnudeildini. Enn hava vit ikki havt umrøðu av hesum, men hetta er sjálvandi eisini ein táttur, sum vit aftur í ár fara at taka upp og fylgja við.


KÍ-stórsigur

Sum nevnt, so vórðu fyrstu dystirnir leiktir fyri góðari viku síðani, og úrslitini í hesum benda á, at kappingin í ár fer at líkjast teirri í fjør heilt nógv.

KÍ kvinnurnar, sum at kalla vóru einaráðandi í fjør, løgdu út á heimavølli móti B36, og ikki kann sigast annað enn, at tær bláu aftur líkjast einum heitum favoritti hetta kappingarárið.

Dysturin endaði við stórsigri til KÍ. 6-1 varð endaliga úrslitið, og úrslitið sigur helst tað, sum sigast skal um dystin. KÍ var snøgt sagt oman á í øllum lutum, og sýndi so dyggiliga fyri B36, hvussu fótbóltur eigur at spælast.

Lagt varð fyri longu í fjórða minutti, tá Vivian Bjartalíð setti høvdið á eitt innlegg, og so hevði heimaliðið longu sett seg á dystin. Fleiri mál komu tó ikki undan steðginum, men hetta tóktist tó á ongan hátt at nerva KÍ-kvinnurnar.

Beint sum seinni hálvleikur byrjaði, løgdu tær bláu aftur avstað, og Rannvá Andreasen og Malena Josephsen øktu til 3-0, áðrenn Súnfríð Simonsen minkaði um munin fyri B36. Seinastu trý málini átti KÍ eisini. Tað fyrsta av hesum var sjálvmál, áðrenn Malena Jospehsen og Rannvá Andreasen staðfestu sigurin.


Javnleikur í Vági

Hin dysturin hetta fyrsta umfarið var í Vági, har næst bestu liðini frá i fjør, VB og HB hittust. Á stigatalvuni var lítil munur millum liðini tá, og eftir javnleikin hesa ferð tykjast støðan at vera á leið hin sama í ár.

Tað var annars um reppið, at øll stigini vórðu verandi eftir í Vági hesaferð. Eftir einum korterið hevði VB lagt seg á odda, tó at HB hjálpti væl til við hesum. Støðan helt sær fram til vanliga leiktíðin var farin, men við seinasta sparkinum eydnaðist HB at skorað. Hetta hendi, tá Annika Godtfred sendi hornaspark beinleiðis í málið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hon roynir at skjóta mál á hendan hátt, men neyvan man tað vera komið somikið væl við, sum tað gjørdi hesaferð.


Broytt kapping

Kappingin ímillum kvinnuliðini í fótbólti er annars broytt nakað í ár, soleiðis at kappingin fer fram yvir tvey umfør. Eitt grundspæl og eitt endaspæl.

Í grundspælinum er 1. deild sett saman av KÍ, HB, VB og B36, meðan 2. deild er sett saman av tveimum bólkum. Tey bæði fremstu liðini í hvørjum av hesum bólkum spæla so hálvfinalur móti hvørjum øðrum, og sleppa vinnararnir av hesum at royna seg í endaspælinum.

Veruliga kappingin um FM byrjar ikki fyrr enn eftir summarsteðgin, og verður talan tá um seks lið í 1. deild. Trý tey fremstu frá grundspælinum, tey bæði vinnandi liðini úr hálvfinalunum í 2. deild, og so vinnarin av einum dysti millum nummar fýra í fyrstu deild og betra av teimum tapandi hálvfinalistunum.

Niðanfyri prentað vit støðurnar í 1. deild og teimum báðum bólkunum í 2. deild, umframt úrslit og málskjúttar úr dystunum í 1. deild.


16. apríl

KÍ-B36 6-1 (1-0)

1-0: Vivian Bjartalíð

2-0: Rannvá Andreasen

3-0: Malena Jospehsen

3-1: Súnfríð Simonsen

4-1: Sjálvmál

5-1: Malena Josephsen

6-1: Rannvá Andreasen


VB-HB 1-1 (1-0)

1-0: Sjálvmál

1-1: Annika Godtfred