Føroyameistararnir í "Counter-Strike: Global Offensive" skulu finnast

Í næstum verður kappast um føroyameistaraheitið í telduspælinum Counter-Strike: Global Offensive, sum eSport Føroyar skipar fyri á hvørjum ári

Talan er um eitt telduspæl, sum hevur vundið serstakliga nógv uppá seg kring allan heimin – eisini í Føroyum. Bert fyri døgum síðan setti Counter-Strike: Global Offensive nýtt altjóða met, tá fleiri leikarar enn nakrantíð áður spældu samstundis.

Tær komandi vikurnar fara Føroya kringastu leikarar í spælinum at dystast í móti hvørjum øðrum umvegis internetið, fyri at avgreiða spurningin um, hvat fyri eitt av luttakandi liðunum at enda fær heiðurin sum føroyameistarar 2020.

Endabresturin, har vinnarin verður útnevndur, verður á einum LAN-finalu tiltaki, har tað ikki verður spælt á netinum, men í staðin saman á einum staði, har spælararnir veruliga fáa høvið at hittast undir trýstinum.

Finalutiltakið verður í hølunum hjá Elektron á Staravegi 9 í Tórshavn tann 2 mai . Elektron er høvuðsstuðul til føroysku CS:GO kappingardeildina, og tískil hevur kappingin heitið Elektron deildin.

Tiltakið byrjar seinnapartin, og væntað verður, at føroyameistarin verður funnin einaferð eftir klokkan 19 um kvøldið, tó at tað er trupult at siga júst nær, tá dystirnir kunnu verða skiftandi í longd. CS:GO á einum høgum støði kann verða ómetaliga spennandi - eisini fyri tey sum ikki heilt skilja tað enn.

Hjá teimum, har tað ikki liggur fyri at vera til staðar til kappingina, ella til teirra sum bert eru eitt sindur forvitin heimanifrá, ber til at síggja kappingina á eSport.fo og kendu stroyming heimasíðuni www.twitch.tv/esportfo. Áskoðaratølini á hesum miðlum hava verið støðugt vaksandi, og væntað verður, at øll met verða sligin til finalurnar - serliga eftir at CS:GO framvegis setur nýggj met.

Her sæst ein filmur frá fyrra árið:

##med2##

Vinningar eru, sum tilsamans hava virði á 70.000 krónur, og hetta verður deilt millum tey fimm bestu liðini í kappingini.

Á heimasíðuni, www.eSport.fo, síggjast nærri upplýsingar um sesong 6 av Elektron deildini. Harafturat verða greinar og annað leypandi lagt út í sambandi við kappingina, sum er í gongd.

Til ber at melda seg til kappingina á heimasíðuna fram til 19. februar klokkan 14:00.