Motorsúkkluhandilin AD-Import fer í næstum at skipa fyri føroyameistarakapping í Go Kart koyring millum virkir. Kappingin, sum hevur heitið Føroya Tele Cup, verður skipað við einum innleiðandi umfari, og síðan eini kapping um meistaraheitið.
Innleiðandi umfarið er ein innanhýsis kapping fyri hvørja einstaka tilmeldaða fyritøku, sum so eftir hetta velur ein teirra at umboða fyritøkuna í føroyameistarakappingini, sum verður hildin í seinna tíðarskeiði.
Kappingin fer fram í hesum tíðarskeiðunum 20.-21. juni og 27.-28. juni. Føroyameistarakappingin verður hildin seinna luttøkudagin. Báðar kappingarnar vera á økinum uttan fyri hjá Føroya Tele í Hoyvík.
Fyrireikararnir siga, at ætlanin er at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak, og verður eitt ferðasteyp latið til vinnandi fyritøkuna . Hetta ferðasteyp kann einans ognast eftir at sama fyritøka hevur vunnið føroymeistaraheitið 3 ár á rað ella 5 ár samanlagt.
Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.ad-import.fo.