Føroyakvøld á Skála

føroyakvøld

Í summar hevur verið skipað fyri føroyakvøldum í Eysturoynni. Undirtøkan hevur verið góð, kvøldini væl eydnaði og gestirnir sera væl nøgdir.
Komandi fríggjakvøld verður føroyakvøld í Bygdasalinum á Skála. Hetta er seinasta føroyakvøldið í Eysturoynni í ár. Á skránni verður eitt breitt úrval av føroyskum mati, so gestirnir fáa etið seg mettar og roynt ymiskan siðbundnan føroyskan mat. Ymiskt undirhald verður á skránni sum t.d. upplesnaður um føroyska samfelagið, søgu og mentan og felagssangur. Kvøldið endar við at Dansifelagið á Látrinum hevur eina dansiframførslu , har gestirnir eisini sleppa at royna stevið í føroyskum dansi.
Kvøldið byrjar klokkan 19.00, og kunnu atgongumerki keypast á Kunningarstovunum í Eysturoynni.