Tað hevur verið arbeitt málrættað fram ímóti at fáa pening játtaðan til eina nútímansgerð av hølunum á Vesterbrogade.
Hetta skrivar Føroyahúsið í Keypmannahavn í tíðindabrævi, har fegnast eisini verður um, at so nógv gera nýtslu av hølunum og vitja húsið.
Í fjør eydnaðist tað at útvega stuðul til hesa verkætlan, og Føroyahúsið er tískil stongt vegna umvælingararbeiðið, verður sagt í tíðindabrævinum.
Vit gleða okkum at lata upp aftur í nýggjum hami við eina skrá á tremur við spennandi og áhugaverdum tiltøkum, skrivar Føroyahúsið.