Ágangurin móti nevndini í Føroyagrunninum hevur verið stórur seinastu dagarnar. Eftir óvæntaðu søluna av JFK í vikuskiftinum hevur bæði landsstýrið og andstøðan sett stórt spurnartekin við framferðarháttin hjá nevndini í Føroyagrunninum.
Formaðurin í Búskaparráðnum tekur ikki undir við atfinningunum frá landsstýrinum og andstøðuni.
- -Eg skilji gott, at almenningurin ørkymlast, at JFK ikki var boðin út alment, tí nú koma vit ongantí at kenna rættað prísin.Nevndin í Føroyagrunninum eigur kortini rós uppiborið fyri hava dirvi til at skera ígjøgnum og selja ein stóran part av ognunum í JFK, tí tað var ein veruligur vandi fyri, at fyritøkan ongantíð varð seld, um hon skuldi fylgja politisku leiðreglunum, tí tað eru so nógv lokal atlit í málinum, heldur Johnny í Grótinum.
Hann sigur seg skilja grundgevingina hjá formanninum í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, fyri at fremja eina skjóta sølu av JFK.
-Tað kann væl hugsast, at um sølan av JFK skuldi viðgerast á embætismannastigi og teimum ymisku verkafeløgunum í Norðoyggjum, hevði hon møguliga vera forðað. Eg haldi, at vinningurin við at fáa eitt privat dynamiskt virki er væl størri, enn tapið við ikki at fáa rætta marknaðarprís, sum nógv hava funnist at, heldur Johnny í Grótinum
Búskaparráðið hevur í sínum frágreiðingum í fleiri ár eftirlýst, at politikararnir taka sær um reiggj og seta skjøtil á einskiljingartilgongdina. Formaðurin fegnast nú um, at ferð er sett á einskiljingina av almennum ognum.
- Vit hava eftirlýst eini einskiljing av fiskivinnufyritøkunum fyri at fáa marknaðargjørt vinnuna í størri mun. Orsøkin er tann, at í einum skiftiligum altjóða umhvørvið skulu tillagingar alla tíðina fremjast. Politisk settar nevndir taka atlit til arbeiðspláss og regionalpolitikk, harvið verður tillagingin til broytt marknaðarkor útsett óneyðugt, og tá kann gerast skrædlið gerast tess størri tí tillagingin má henda einaferð. Á privatum hondum verður tað atlitini til eginognina og harvið veruligu virðisskapanina, ið vera avgerðandi, og tá vil tillagingin sannlíkt gerast smidligari.
Savnað í Norðoyggjum
Í Degi og viku í gjár kom undan kavi, at sambært viðtøkunum fyri Føroyagrunninum, er grunnurin til ein og hvørja tíð álagdur at eiga ognir í JFK. Sambært aðrari viðtøku fyri grunnin skal landsstýrið velja tríggjar limir í nevndina, meðan verkafeløgini í Klaksvík velja seinasta umboðið í nevndini.
Hesar viðtøkur kunnu vera ein forðing fyri einum dynamiskum Føroyagrunni, metir Johnny í Grótinum. Hann heldur, at núverandi viðtøkur kunnu fara at hava við sær, at grunnurin framvegis fyrst og fremst fer at taka atlit til áhugamál í Norðoyggjum, heldur enn at virka sum ein grunnur, sum bara tekur atlit til marknaðagrundað atlit.
- Við verandi viðtøkum beri eg avgjørt ótta fyri, at grunnurin fyrst og fremst fer at taka atlit til áhugamál í Norðoyggjum, tí fleiri av viðtøkunum hella móti at ganga áhugamálum í Norðoyggjum á møti, sigur klaksvíkingurin Johnny í Grótinum.
Til útbúgving
Eftir søluna í vikuskiftinum trýtir ikki við peningi í Føroyagrunninum. Grunnurin eigur í dag 120 mió. krónur, harav 82 mió. í tøkum peningi og hinar 40 mió. krónur í partabrøvum í JFK.
Mongu milliónirnar í Føroyagrunninum kunnu óiva koma væl við hjá mongum kroystum vinnulívsmonnum, men formaðurin í Búskaparráðnum mælir nevndini til nýta peningin til annað enn í føroyska vinnulívinum.
Johnny í Grótinum vísir á grein fýra í viðtøkunum fyri Føroyagrunnin, sum sigur, at grunnurin kann nýta pening til at stuðla útbúgving.
-Heldur enn at lata seg ávirka av mongu vinnulívslobbyistunum, sum óiva vilja royna at seta seg í samband við nevndarlimirnar í Føroyagrunninum, átti grunnurin at nýtt peningin til at stuðla útbúgving. Ein frálíkur máti kundi veri at umskúla stóran part av flakafólkinum, sum eru hótt av arbeiðsloysi, heldur Johnny í Grótinum.
Hann leggur afturat, at velur nevndin eisini at gera íløgur í partafeløg, so má tilmæli vera at gera íløgurnar grundað á marknaðaratlit, sum geva størsta avkasti, og ikki regional ella politisk atlit.
Mynd:
- Við verandi viðtøkum beri eg avgjørt ótta fyri, at grunnurin fyrst og fremst fer at taka atlit til áhugamál í Norðoyggjum, tí fleiri av viðtøkunum hella móti at ganga áhugamálum í Norðoyggjum á møti, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.
Mynd: Savnsmynd









