Føroyafrádrátturin verður minkaður

Broyting av praksis hjá danska skattavaldinum rakar summi føroysk lesandi í Danmark, sum nú fáa minni skattafriar pengar í hondina

Nógvir føroyingar njóta og hava notið gott av føroyafrádráttinum, sum er skattafrádráttur, ið føroysk lesandi í Danmark kunnu fáa, um tey arbeiða við síðuna av lesnaðinum.

Men framyvir verður føroyafrádráttin minkaður við møguligum skattafríum veitingum, sum tann lesandi móttekur - eitt nú børne- og ungeydelse og boligsikring.

- Hetta hevur ikki verið praksis fyrr, men Skattestyrelsen greiðir frá, at teirra juridiska deild hevur boðað frá, at vegleiðingin skal tolkast soleiðis, skrivar Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark, sum eisini hevur eitt dømi um broyttu praksisina:

- Um tú til dømis móttekur børne- og familieydelse til barn undir 3 ár, kr. 18.228,- árliga og boligstøtte kr. 18.000,- árliga, so verður føroyafrádrátturin (kr. 46.000,-) og ríkisfelagsskapsfrádrátturin (kr. 36.000,-), minkaður við kr. 36.228 krónum.

Les juridisku vegleiðingina á Skat.dk her: C.F.8.2.2.20.2 Beskatningsretten til studerendes indkomst.