Føroyaflokkurin hevur nú fingið 800 undirskriftir

Nú nærkast veruliga hjá Hjalmari Zachariassen

 

Føroyaflokkurin við Hjalmari Zachariassen á odda hevur nú savnað tær 800 neyðugu undirskriftirnar inn, sum krevjast, fyri at kunna stilla upp til løgtingsvalið. 

- Tað kemur at taka nakrar dagar at fáa tær út til kommununar og at fáa tær góðkendar, sigur Hjalmar Zachariassen, sum hevur stovnað flokkin.

Eftir hetta er bara eftir at handa Innlendismálaráðnum undirskriftirnar, og um alt gongur, sum tað skal, verður Føroyaflokkurin á listanum til løgtingsvalið í summar.

Føroyaflokkurin er ein liberalur politiskur flokkur, sum sigur seg arbeiða fyri meira frælsi, lægri skatti og minni skrivstovuveldi.