Nú er norski ævintýrarin Erik Aanderaa á veg til Hetlands aftur, aftaná at hava verið í Føroyum í nakrar dagar. Við báti sínum Tessie sigldi hann einsamallur úr Hetlandi til Føroya og legði at á Tvøroyri mikudagin.
Fyrradagin setti hann kósina móti Havnini, og norðan fyri hevur hann eitt nú verið ein túr í Vágum, har hann hevur hugt eftir Gásadalsfossi og Tindhólmi.
- Farvæl fyri hesa ferð, Tórshavn! Nú gongur leiðin til Hetlands. Góður vindur og gott veður. Síggjast um 28 tímar, skrivar hann á facebooksíðu síni.
Niðan fyri eru nakrar myndir at síggja, sum Erik Aanderaa hevur lagt út fyrrapartin - og norska serverlatpylsu hevur hann sjálvandi við.
##med2##
##med3##
##med4##
Til ber at fylgja ferðini hjá Erik Aanderaa her á MarineTraffic. Annars ber eisini til at fylgja honum á Facebook og á Instagram, har hann er fúsur at leggja dagføringar frá lívinum á sjónum út.