Føroyabankatoskur sum “hurtigtorsk”

Norsk heimasíða nevnir føroyska alitoskin “hurtigtorsk” og sigur, at “oppdrett av torsk på Færøyene er særs vellykket...”

Alifiskur

 

Norska heimasíðan kyst.no skrivar, at føroyskur alitoskur veksur sera skjótt.

Herfyri var frammi í føroyskum fjølmiðlum, hvussu skjótt toskurin av Føroyabanka veksur – eisini í fiskabúri. Hetta vísa tær royndir, sum føroyska toskaalivinnan higartil hevur gjørt.

Norska heimasíðan nevnir føroyska toskin “hurtigtorsk” og sigur, at “oppdrett av torsk på Færøyene er særs vellykket… “, sum tikið verður til.

Kyst.no skrivar, at føroyski alitoskurin vigar 4,1 kilo eftir bert 20 mánaðum. Lagt verður aftrat, at alarar hava brúkt egg frá “stamtorsk på øygruppa”.

Norðmenn vita at siga, at føroyabankatoskurin eisini er kendur fyri at veksa skjótt sum villur.

Spurningurin er so, um áhugin fyri føroyabankatoskinum kann gerast so stórur, at vandi er fyri, at hann verður “stjolin” til aling í øðrum londum.