Føroya undirgrund undir luppin

Í hesum døgum eru hálvthundrað av heimsins fremstu serfrøðingum innan basalt- og vulkanvísindi savnaðir á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum skrivar Sosialurin. Mikudagin varð fyrsta ráðstevna av sínum slag, ?Jóannes Rasmussen ráðstevnan? sett í Norðurlandahúsinum við luttøku av umleið 50 serfrøðingum úr nógvum londum. Tað er Jarðfeingi, sum skipar fyri ráðstevnuni, ið hevur til endamál at umrøða jarðfrøðiligar spurningar, sum eru frammi í tíðini, og í hesum føri serstakliga nógv umrødda basaltið, ið eyðkennir so stóran part av føroysku undirgrundini. Ráðstevnan hevur eisini týdning fyri royndirnar at finna olju og gass í føroysku undirgrundini.

Tað var landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm, sum setti ráðstevnuna. Hann vísti á, at ráðstevnan er ognað okkara mæta jarðfrøðingi, Jóannesi Rasmussen, sála, sum má metast at vera faðirin at nútímans jarðfrøðivísindi í Føroyum. Hann helt fyri, at tað er týdningarmikið at vit arbeiða í andanum hjá Jóannesi Rasmussen, sum ikki einans stóð á odda at útvega nýggja vitan um okkara land og undirgrund, men sum sá hetta sum ein livandi part av gerandisdegnum.

-Úrslit og vitan, sum verða løgd fram á eini tílíkari ráðstevnu, hava alstóran týdning fyri at kunna gera framstig, soleiðis at vit betur skilja jarðfrøðiliga útviklingin í hesum økinum. Her sipaði hann so eisini til royndirnar at finna kolvetni í undirgrundini. Lesið um ráðstevnuna í Sosialinum í dag.