Um hann fekk sær eftirnavnið Havmand, tí hann er føddur við saltvatni í blóðinum – ella um gamla eftirnavnið í faðirættini hevði nakra ávirkan á, at hann alt sítt lív hevur fingist við trol, skulu vit í hesi greinini lata vera ósagt.
Og tó.
Vit kunnu í hvussu er avdúka, at hvørgin gitingin er røtt, tí eftirnavnið Havmand hevur leingi verið í ættini.
Men Søren Havmand er so navnið á manninum, sum saman við øðrum fyri einum sløkum ári síðan legði lunnar undir nýggja trolvirkið í Vestmanna, P/F Føroya Trol.
Eitt lítið ár
Tað var í desember mánaða í fjør, at teir byrjaðu at rigga til í stóra bygninginum Inni á Fjørð í Vestmanna, sum vestmenningar rópa Snikkaravirkið. Bygningurin varð keyptur til endamálið.
Longu í januar í ár fóru teir so smátt í gongd við at gera tey fyrstu botntrolini til føroyska feskfiskaflotan.
Men hvussu hevur so gingist, síðan P/F Føroya Trol fór í gongd í Vestmanna?
Søren Havmand, sum var í starvi hjá P/F Vónini í Havn í 21 ár og var leiðari fyri botntrolum hjá felagnum í eini 16-17 ár, letur væl at gongdini, samstundis sum hann ásannar, at kappingini á marknaðinum hevur verið hørð.
- Vit kunnu ikki lata illa at, tí vit hava havt nógv at gera, síðan vit byrjaðu. Sum í øllum øðrum vinnum, er trolarbeiði eisini merkt av sesongarbeiði, har oftast er mest at gera rundan um ársskiftið og út á heystið. Hetta hevur helst nakað við tað at gera, at reiðaríir leggja sínar fíggjarætlanir og virka hareftir í tann mun, tað letur seg gera.
Hørð kapping
Hann sigur, at á trolmarknaðinum er tað soleiðis, at tú í ein ávísan mun noyðist at uppsøkja arbeiði sjálvur, tá ið minni er at gera.
- Tað er ikki altíð, at tað kemur av sær sjálvum, og stundum noyðist tú út á markina at bjóða teg fram, sum hann tekur til.
Søren Havmand vísir á, at flestu reiðaríir vita, hvat tað er, tey vilja hava, tá ið tey koma, og síðan verður biðið um tilboð.
- Tað er eingin loyna, at kappingin á hesum marknaði, sum vit bjóða okkum fram á, hevur verið rættiliga hørð, síðan vit fóru í gongd. Prísirnir á botntrolum hava verið lágir – ja, eini 20-25% lægri, enn teir vóru, áðrenn P/F Føroya Trol sá dagsins ljós.
Millum eigararnar av trolvirkinum í Vestmanna eru eisini tvey feløg, sum hava trolarar. Tey eru felagið hjá Tummasi Christophersen í Vestmanna og felagið hjá Hanusi Hansen í Klaksvík.
- Tað er tó ikki soleiðis, at vit sleppa at gera alt fyri skipini hjá hesum feløgum – bara tí, at tey eiga í P/F Føroya Trol. Vit noyðast til eina og hvørja tíð at vera kappingarførir við okkara kappingarneytar – og soleiðis eigur tað at vera, sigur hann.
Kapping í lagi
Søren Havmand vísir á, at teir hava gjørt trol til fleiri onnur skip og reiðaríir enn til skipini hjá teimum báðum feløgunum, sum eru parteigarar.
- Ja, vit hava longu nú arbeitt fyri nógv reiðaríir kring landið, undantikið í Suðuroy, har felagið Bergið leingi hevur átt marknaðin, sum ger trolini til djúpvatnstrolararnar í oynni.
Hann heldur, at tað er sunt fyri vinnuna, at kapping er á marknaðinum, og hetta sæst so sanniliga eisini aftur í prísunum.
- Hetta ger, at feløgini, sum framleiða til marknaðin, ikki standa í stað, men noyðast at stremba frameftir og hygga at, hvat tey kunnu gera betri – ella øðrvisi enn kappingarneytin, sigur Søren.
Góðan stuðul
Í byrjanini hjá P/F Føroya Trol í januar í ár var tað í fyrsta lagi familjan hjá Søren og konuni, sum var til arbeiðis á virkinum.
- Tað var eg sjálvur, sonur mín, Rene, sum eisini arbeiddi á Vónini, verfaðir og svágrar, sum byrjaðu í framleiðsluni. Síðan hava vit verið upp í 10 fólk, harav av summir hava verið her, tá ið mest hevur verið at gera. Men fasti "staburin" liggur um 7ólk.
Hann sigur, at í Vestmanna eru fleiri mans, sum duga væl at arbeiða trol, og hevur tú ein lista við fólki, sum kunnu traðka til, fært tú altíð fatur á onkrum, tá ið brúk er fyri tí.
- Vit hava faktiskt havt nógv at gera, síðan vit byrjaðu, og tað kemst eisini av, at fyritøkan enn ikki er so stór. Tað skal jú ikki so ógvuliga nógv til, at allar hendur hava nóg mikið at takast við, tá ið seglini eru smá, sigur Søren.
Hann fegnast eisini um tann stóra uppbakning, sum hann hevur fingið í familju síni við hesum virksemi.
- Vestmanna kommuna hevur eisini verið óføra lagalig og positiv mótvegis nýggja virkseminum, sum eg haldi riggar ógvuliga væl her á havnalagnum.
Ferjulega og lendið
Hann sigur, at bygningurin, sum P/F Føroya Trol eigur, bæði er rúmligur og vælegnaður, og havnalagið við gomlu ferjuleguna er rúmsátt.
- Tað er eisini ógvuliga heppið fyri okkum, at vit kunnu brúka ferjuleguna við rampa, ið kann lyftast upp og niður. Hetta gevur okkum nógvar fyrimunir, tá ið skip koma higar.
Søren sigur, at einasta treytin, sum kommunan hevur sett teimum í sambandi við økið, er, at trol og annar reiðskapur ikki skal órógva ferðavinnuna á staðnum – og at felagið annars hevur økið reint og ruddiligt.
- Tað er gull vert fyri okkum at kunna spreiða tey stóru uppisjóvartrolini út á økinum, tá ið tað er neyðugt. Vanligu botntrolini eru ikki størri enn tað, at vit saktans kunnu umvæla tey inni í bygninginum.
Eitt er, at familja og kommuna hava verið góðir stuðlar, men uttan bíleggingar, hevði einki verið at gjørt á Føroya Trol.
- Vit eru eisini serstakliga takksamir fyri tann uppbakning, vit hava fingið frá reiðaríum og skiparum kring landið, sum hava vent sær til okkara, sigur Søren Havmand.
Í tøttum samstarvi
Í starvi sínum hjá Vónini hevur hann ígjøgnum árini teknað hópin av trolum, serliga botntrolum til eitt nú feskfiskatrolararnar og rækjuvinnuna.
- Tað er ógvuliga umráðandi at arbeiða í tøttum samstarvi við fiskimenninar, tí tað er haðani, vit fáa hugskotini, sum vit fremja í verki. Alt, sum eg havi gjørt tey mongu ár, eg havi fingist við trol, hava fiskimenn lært meg. So tað, sum vit skulu liva av – og virka eftir – er hugskotunum hjá fiskimonnum.
Hann sigur, at hóast talan ikki alla tíðina er um nýggj trol – ella modellir, so snýr kappingin millum útbjóðararnar seg eisini um tilfarið, sum nýtt verður í framleiðsluni.
- Hjá P/F Føroya Trol leggja vit sum nevnt dent á vanlig botnfiskatrol til feskfiskaflotan, rækjutrol og síðan servisera vit eisini flótitrol fyri Hampiðjuna í Íslandi, sum eigur lut í okkara virksemi. Vit hava eisini umvælt nøkur flótitrol, og tá er stóra økið, vit kunnu arbeiða á, rættiliga komið til sín rætt.
Trý rækjutrol
Søren sigur, at felagið eisini hevur leverað trý stór rækjutrol til Grønlands.
- Grønlendingar komu sjálvir við tekningunum, og fyri at gera trolini bíligari, lótu vit tey gera í Litaviu, har Hampiðjan eigur stórt virki. Hampiðjan hevur annars tilknýti til nógv stór bindaríir kring um heimin. Vit eygleiddu sjálvir arbeiði í Litavia, tóku lut í tí og syrgdu fyri, at grønlendingar fingu tað, teir vildu hava. Vit kundu saktans havt gjørt hesi trolini í Føroyum, men kundu gera tey bíligari í Litaviu, sigur Søren Havmand, sum eisini er stjóri í P/F Føroya Troli.