Sjónvarp Føroya er einasti almenni føroyski sjónvarpsmiðilin, og ta støðuna eiga vit at varðveita og menna. Tað er greiða støðan, ið Óli Holm, mentamálaráðharri, hevur ført fram nógvar ferðir síðan tað kom fram, at Føroya Tele arbeiðir við einari ætlan um at fara undir at senda sjónvarprásir út til landsins borgarar.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Í hesari støðu mentamálaráðharrans liggur, at Føroya Tele sum alment partafelag hvørki sleppur at framleiða sjónvarpstilfar ella at gera sína egnu sjónvarpsrás, uttan at politiski myndugleikin blandar seg uppí.<o:p></o:p>
- Eg eri av teirri áskoðan, at Sjónvarp Føroya, og bert Sjónvarp Føroya, eigur at reka sjónvarpsrás í Føroyum. Man skal sjálvandi ikki forða privatum í at gera sína egnu rás, men frá almennari síðu eigur man ikki at stuðla øðrum enn Sjónvarpi Føroya. Um eitt alment partafelag sum Føroya Tele ætlar sær at fara undir egna sjónvarpsrás, eigur tað tískil at verða tikið upp politiskt, sigur Óli Holm, mentamálaráðharri, ið hevur miðlamál um hendi.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Digitalt sjónvarp<o:p></o:p>
Sambært stjóranum á Føroya Tele, Andras Róin, liggur tó ongin æltan á borðinum í løtuni, sum kann fáa politiska myndugleikan at ressast.<o:p></o:p>
- Í fyrstu atløgu snúgva okkara ætlanir á sjónvarpsøkinum seg bert um at senda útlendskar sjónvarpsrásir, slær stjórin á Føroya Tele fast, men viðgongur at fyritøkan sjálvsagt hevur ymsar framtíðarmøguleikar í huganum. <o:p></o:p>
- Tað liggja øgiliga nógvir møguleikar í hesum. Digitalt sjónvarp liggur úti í framtíðini og har er tað nokkso upplagt at vit kunnu gera okkum galdandi, til dømis við at kombinera sjónarp og internet, men alt hetta eru óítøkilig hugskot, sum ikki gerast aktuel í bræði.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Sjónvarp loysir seg ikki<o:p></o:p>
Síðan hann fór frá sum sjónvarpsstjóri, hevur ein royndur maður innan miðlaframleiðslu, Tróndur Djurhuus, verið leiðari á deildini fyri strategi og virkismenning á Føroya Tele. Spurdur um tað kribblar í fingrunum nú Føroya Tele fær ræðið á einum sjónvarpssendineti, er svarið greitt. Tað ger tað ikki.<o:p></o:p>
- Sum gamal sjónvarpsstjóri veit eg hvussu tungt tað er at reka sjónvarp, og eg veit at her er eingin ætlan upp á tal um at kappast við Sjónvarp Føroya. Møguliga fer Føroya Tele at seta eina rás av til info-kanal, har vit kunnu upplýsa brúkarunum um tænastur og tílíkt, men at gera sendingar verður ikki aktuelt, sigur fyrrverandi sjónvarpsstjórin avgjørdur.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Stjórin á Føroya Tele er samdur í at sjónvarpsframleiðsla ikki er attraktiv fyri fyritøkuna.<o:p></o:p>
- Fyri mær at síggja er Føroya Tele ein fjarskiftisveitari, og okkara uppgáva liggur soleiðis innan veitan og ikki framleiðslu. Hartil kemur at tað neyvan hevði verið nøkur góð forrætning at gjørt sjónvarp. Tað lata vit Sjónvarp Føroya um, sigur Andras Róin, sjónvarpsstjóri.<o:p></o:p>
Tað tykist soleiðis ikki sum at tað fer at elva til stórvegis trupulleikar, at Føroya Tele ikki sleppur at gera sína egnu sjónvarpsrás.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>